Allir átta flokkarnir í svenska Riksdegnum eru samdir um, at Svøríki skal brúka í minsta lagi 3,5 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ) til hernaðarliga verju og 1,5 prosent av BTÚ til sivila verju.
Tað upplýsti svenski verjumálaráðharrin, Pål Jonson, á tíðindafundi í dag, sambært tíðindastovuni TT.
- Tað er øgiliga gott fyri Svøríki, at vit í dag kunnu leggja fram eina breiða og langtíðar politiska semju um eina sera sterka íløgu í verjuna komandi árini.
- Breiða semjan í svenska ríkisdagnum er næstan eindømi í altjóða høpi, sigur verjumálaráðharrin.
Partarnir eru samdir um eina skjóta endurvápning, sum verður framd við at brúka lán, sum verða mett at koma upp á 300 milliardir svenskar krónur.
Av teimum 300 milliardunum verða 50 milliardir settar av til borgaraverjuna.
Peningurin til borgaraverjuna kann til dømis fara til svenskt undirstøðukervi og til matvøru-, heilivágs- og brennievnisgoymslur.
Sambært Elisabeth Svantesson, fíggjarmálaráðfrú, snýr endurvápningin seg grundleggjandi um at verja Svøríki móti Russlandi.
- Vit skulu verja land okkara og byggja upp okkara verjuførleikar saman við øðrum. Í grundini snýr tað seg eisini um at tryggja, at børn okkara og barnabørn ikki verða noydd at læra russiskt, sigur hon, sambært TT.
Málið hjá Svøríki um at brúka tilsamans fimm prosent av BTÚ til verju er í tráð við málið, sum aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, fyri stuttum legði fram.
Rutte hevur skotið upp, at 3,5 prosent av BTÚ verða brúkt til hernaðarliga verju og 1,5 prosent til borgaratilbúgving. Hetta er sama modell, sum flokkarnir í ríkisdagnum eru samdir um.
NATO-londini skulu umrøða málini á einum toppfundi í næstu viku.
Svøríki er nýggjasti limur í NATO. Landið søkti um limaskap í verjusamgonguni eftir innrásina hjá Russlandi í Ukraina og gjørdist limur í 2024.
/Ritzau/