Manchester United keypti í summar svenska verjuleikaran, Victor Lindelöf, sum kom til úr portugisiska felagnum Benfica. Prísurin var í fyrsta lagi 260 milliónir krónur, men møguliga veksur hendan upphæddin.
Tað gekk heldur striltið við at fáa sáttmálan upp á pláss. Benfica hevði ilt við at sleppa Lindelöf leysan, tí 20% av upphæddini skuldi latast til svenska felagið, Västerås SK, har Victor Lindelöf hevur fingið sína uppaling.
Benfica og Västerås SK høvdu tó bæði áhuga í at fáa pening í kassan, og tískil komu feløgini ásamt um eina avtalu, har svenska felagið skuldi fáa nakað minni enn 20%. Tey vildu tó ikki upplýsa hvussu nógv prosent tað bleiv til.
Ein uppgerð, sum svenska blaðið VNL hevur gjørt av roknskapinum hjá Benfica, avdúkar, at Västerås SK hevur fingið umleið 30 milliónir krónur fyri søluna av Victor Lindelöf. 25 milliónir koma frá Benfica, og hinar 4,5 milliónirnar koma frá Manchester United.
Upphæddin munar óivað væl hjá Västerås SK, sum spælir í triðbestu svensku deildini. Felagið sjálvt vil ikki gera viðmerkingar til hvussu stór upphæddin er, men staðfestir tó, at hon kemur væl við.
- Hetta er ein fantastisk kensla, men nú snýr tað seg um at halda skil á roknskapinum, sigur formaðurin í Västerås SK, Michael Campese, við svenska Aftonbladet.