Svenskur risi skal spæla við B36

Betri deildin menn: B36 hevur gjørt sáttmála við tann 194 sentimetrar høga miðverjan, Isak Jönsson

Mynd: (Trelleborg)

B36 boðar frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við svenska Isak Jönsson. Hann er ein 194 sentimetrar høgur miðverji, sum er 24 ára gamal. Hann hevur seinastu fimm árini spælt við Trelleborg í Svøríki.

 

Hann er skrásettur fyri 13 dystir í bestu svensku deildini, sum eitur Allsvenskan, og hevur spælt 103 dystir í næstbestu deildini. Sambært Transfermarkt.com hevur hann spælt 71 dystir í miðverjuni og 11 á høgra bakki.

 

- Eg gleði meg at møta liðnum og spæla fyri B36. Málið hjá mær við felagnum er at vinna steyp, sigur Isak Jönsson í stuttari viðmerking á sjónbandabroti, ið B36 hevur lagt út.

 

Fólk, sum In.fo hevur tosað við, ið hava innlit í svenskan fótbólt, siga at Isak Jönsson er ein góður spælari eftir føroyskum mátistokki. Tí kann B36 hava gjørt kubbi við at fáa fatur á 24 ára gamla miðverjanum.

 

Sáttmálin er galdandi fyri 2023.

 

Mynd: (Trelleborg)