Sverri á stórskíggja í heimbygdini

Stórskíggi er settur upp í Miðvági

Miðvágs róðrarfelag og Vága kommuna skipa fyri, at OL finalan hjá føroyska rógvaranum Sverra Sandberg Nielsen verður víst á stórskíggja í heimbygdini Miðvági í kvøld. Stórskíggi er settur upp á veggin á bygdaskúlanum oman ímóti fótbóltsvøllinum. Tiltakið verður úti og har er stórt og gott pláss.

 

Skíggin verður tendraður klokkan 23, og Miðvágs róðrarfelag fer at selja okkurt til matna og at drekka. Hans og Sámal Ravnsfjall fara at spæla nakrar sangir.

 

Eftir tíðarætlanini verður sjálv finalan klokkan 01.45 í nátt.

 

– Hetta er frálíkur møguleiki at halda ólavsøku í Miðvági og stuðla Sverra í at fremja størsta ítróttarbragd í Føroya søgu, siga tey úr Vága kommunu.