Sverri Mortensen á Argjum deyður

Leygardagin bórust deyðsboðini av Sverra Mortensen á Argjum, sum andaðist á Landssjúkrahúsinum.

Sverri var 98 ára gamal, og hevði fylt 99 tann 19. mars komandi.

Sverri var argjamaður, sonur Mortan Mortensen av Argjum og Rakul, sum var úr Leynum. Mortan átti trolaran Nýggjaberg saman við Sámal Ellefsen í Miðvági og gekk burtur við honum undir krígnum, tá hann varð søktur av týskum kavbáti.

Sverri var næstyngstur av 12 systkjum. Hann var giftur við Thominu, sum var úr Nesinum í Vestmanna, og áttu tey tvey børn.

Sverri fór í smiðjulæru hjá Askham í 1940. Hann hevði siglt nøkur ár frammanundan. Hann var útlærdur í 1943.

Tá manglaði Vilhelm Nielsen fólk, og fór Sverri í starv hjá P/F Vilhelm Nielsen hettar árið. Hann starvaðist hjá Vilhelm Nielsen í nærum hálva øld – til 1990. Tá var konan vorðin sjúk, og var Sverri um hana til hon doyði í 1993.

Tey ið hava havt sína gongd hjá Villhelm Nielsen, tá hendan fyritøkan var í vælmaktini, kenna Sverra. Fyrst var hann á verkstaðnum og seinni á goymsluni.

Tá menn fyri skjótt 30 árum síðani tóku seg saman at stovna felagið Føroya Ellisakfør, var tað nátúrligt hjá Sverra at vera við. Hann hevði sett sína gomlu BSA motorsúkklu í stand, sum hann keypti fra eingilskmonnunum eftir kríggið. Súkklan er frá 1939, men tað sæst ikki á henni, hon koyrir sum fyrsta dagin, og var Sverri við henni á odda í skrúðkoyringini við ellisakførum flaggadagin í eini 20 ár.

Børnini minnast altíð nummarið á súkkluni hjá Sverra, sum hevur sama nummar sum Anders And, 313. Súkklan hjá Sverra ber boð um, hvussu røkin maðurin var.

Sverri var ein dugnaligur handverkari – og eisini ein biksari. Tað eru fleiri prógv fyri tí. Eitt prógvið er motorurin, sum hann setti í bátin hjá sær í 1948. Tá var ikki so lætt at fáa lutir, sum í dag, og teir hjálptust við tí, teir høvdu. Og tá Sverri skuldi seta motor í bátin, so gjørdi hann ikki matari, enn at hann skar ein Chevroletmotor í helvt og fekk tá ein minni motor burtur úr. Hvør hevði klárað tað í dag?

Í 1950 varð motorurin skiftur út. Tá skar hann fjórðingin av einum Ford T motori og setti í bátin. Hesin motorurin, við einum sylindara, var í bátinum í 22 ár.

Sverri var eisini framman fyri sína tíð, tá hann legði sær streym inn í húsini á Argjum beint eftir kríggið. Í Havn fingu tey longu streym í 1922, men argjafólk fingu ikki streym fyrr enn seinast í fimmtiárunum.

Sverri riggaði sær eina myllu til í ánni, sum gjøgnum ein generator gav streym. Soleiðis vóru húsini hjá Sverra tey fyrstu á Argjum, sum høvdu elektrist ljós. Henda skipan var sum vera man ikki so støðug, og riggaði hann sær tí ein ljósmotor til undir hjallinum. Fyri at minka um gangin, so gekk útstoytið niður í eina tunnu, sum Sverri hevði grivið niður, og tuffaði so upp gjøgnum eitt rør úr tunnuni. Soleiðis helt motorurin ikki so nógvan gang, at hann órógvaði grannarnar.

Sverri var fastur fúsur í hølunum hjá Føroya Ellisakførum yvir við Strond í Havn hvørt mánakvøld í mong ár – viðhvørt kom hann á gomlu BSA-motorsúkkluni. Limirnir í felagnum hildu nógv av Sverra, og sótu undir hvørjum orði, tá hann greiddi frá, hvussu teir gjørdu fyrr, og tí, ið fyrr var.

Tá brúgvin um Sandá varð tikin í nýtslu í mai í 2016, var Sverri fyrsti maður um brúnna. Tórhavnar kommuna hevði borið soleiðis í bandi, at elsti bilførari í Havn, Matilda Jacobsen, hjá Petur hjá Jákup Hans, og elsti bilførari á Argjum, Sverri Mortesen, skuldu vera fyrst um brúnna. Tey koyrdu sum ferðafólk í hvør sínum Ford A frá 1930 ávikavist av Argjum og úr Havn og møttust á miðu brúnni, har tey fingu blómuheilsanir frá býráðnum.

Seinastu árini hevur Sverri verið veikur, men hevur tú búð heima í húsum sínum á Argjum til tað síðsta.

(TRÝST HER fyri at hoyra samrøðu, sum Jan Müller gjørdi við Sverra Mortensen, Fridu Holm Petersen og Ásu Michelsen á Rás2 í 2009)