Sverri Nielsen úr Miðvági heldur fram við at gera vart við seg uttanfyri føroysku landoddarnar.
Í dag vann 22 ára gamli miðvingurin danmarksmeistaraheiti í opna bólkinum í innirógving. Og vann ikki bara DM, hann setti eisini nýtt met við tíðini 5.51.6.
Fólk, sum fylgdu við skriva á Facebook, at talan var um eitt ógvuliga sannførandi avrik, har Sverri Nielsen setti alla mótstøðu til viks.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr eina reportasju, sum danska róðrarsambandið hevur gjørt, har vit síggja ymiskar rógvarar royna seg. Vit síggja m.a. Sverra geva "V teknið"