Sverri vann silvur í Sveis

Hóast hann var næstfyrstur, so var Sverri ikki heilt nøgdur við avrikið

At vera næstfyrstur á mál í World Cup kapping á 2000 metrum í kappróðri man hjá teimum flestu vera roknað at vera avbera gott úrslit.

 

Miðvingurin Sverri Sandberg Nielsen var nummar tvey fyrrapartin, tá ið tað var finala á 2000 metra teininum í rógving í sveisiska býnum Luzern. Á facebooksíðuni hjá danska landsliðnum í rógving verður staðfest, at avrikið var gott, og at Sverri við at vinna silvur vísti, at hann hevur fatur í rætta endanum, nú OL kappingin í Japan ikki er so langt burtur.

 

Sjálvur segði Sverri seg sum heild at vera nøgdan, men hann legði aftrat, at rógvingin hjá honum í morgun ikki var heilt, sum hann ætlaði, at hon skuldi vera:

 

-Starturin var ikki heilt so góður, sum eg ætlaði, at hann skuldi vera, og tíðin á fyrra 1000 metra teininum var ikki so góð, sum eg hevði ætlað, at hon skuldi vera. Á seinnu 1000 metrunum kendi eg meg hava nógv at geva, segði Sverri Sandberg Nielsen.

 

Tað var týskarin Oliver Zeidler, sum var fyrstur á mál. Vinnaratíðin var 6:48.26, og tíðin hjá Sverra var 6:50.13. Tað var langt aftur til norska bátin, sum endaði á triðja plássi. Tíðin hjá honum var 6:54.09.