Sviar vildu ikki vita av Rasmus Paludan

Danin Ramus Palundal, sum hevur gjørt seg kendan við at brenna Koranina fyri at øsa muslimar, stillaði fekk lítla undirtøku á valinum til svenska ríkisdagin, sum hann eisini stilla upp til.

 

Rasmus Paludan er kendur fyri alment at brenna halgubók muslima, Koranina, fyri at øsa muslimar. Hann hevur nú roynt at verið valdur bæði í danska Fólkatingið og svenska Ríksdagin, tó uttan úrslit

Tað var til seinasta fólkatingsval 5. juni í 2019, at danin Rasmus Palundal stillaði upp til danska fólkatingið. Hann varð tó ikki valdur.

Mest er hann kendur fyri at standa og brenna halgubók muslima, Koranina, úti á gøtum fyri at øsa muslimar. 

Rasmus Palundal, sum hevur svenskan pápa og tí eisini er svenskur ríkisborgari, stillaði upp til svenska valið næstsíðsta sunnudag. Men vildu danir ikki vita av honum, so vildu sviar so slett yvirhøvur ikki vita av honum. Tí hann fekk bara 156 atkvøður av teimum 6.477.794 atkvøðunum, sum vóru tilsamans. 

Tað sæst av endaliga valúrslitinum frá valinum í Svøríki.

##med2##

 

Á fólkatingsvalinum í Danmark í 2019 var Rasmus Paludan ikki so langt frá at vera valdur. Flokkurin fekk 63.114 atkvøður, sum er 1,8 prosent. Sperrumarkið hjá flokkum at verða valdur í Fólkatingið er 2 prosent. Men sviar vildu so ikki vita av honum, tí har fekk hann sum nevnt bara 156 atkvøður.

 

Rasmus Paludan er kendur fyri alment at brenna halgubók muslima, Koranina, fyri at øsa muslimar. Hann hevur nú roynt at verið valdur bæði í danska Fólkatingið og svenska Ríksdagin, tó uttan úrslit