Hetta vikuskiftið verða góðu, gomlu og svingandi rock´n roll klassikararnir úr 60-árunum at hoyra í Rex. Charlie Dee & The Twisters eitur bólkurin, ið vitjar bæði fríggjakvøld og leygarkvøld. Danski bólkurin er mannaður av garvaðum donskum tónleikarum, ið hava lagt seg eftir at spæla kendar klassikarar, sum fólk kunnu dansa til.
Charlie Dee & The Twisters eru undirhaldandi og orkumiklir. Spæligleðin er í topp hjá hesum gomlu gubbunum, ið hava givið fýra fløgur út, umframt eina DVF.
?Hele showet bliver leveret med et stort smil på læben og det rette glimt i øjet, der gør, at det hele forbliver uhøjtideligt, meget friskt og meget, meget underholdende,? stendur skrivað á heimasíðuni hjá bólkinum, www.charliedee.dk. Á heimasíðuni ber eisini til at síggja, hvussu spæliskráin plagar at síggja út.