- Svøríki hevur tikið týðandi stig fyri at ganga krøvunum hjá Turkalandi á møti, soleiðis at Turkaland kann góðtaka, at Svøríki verður limur í verjusamgonguni, Nato.
Tað sigur Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, sum vitjar í Turkalandi.
Aðalskrivarin hevur eisini verið við til hátíðarhaldið, nú afturvaldi turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, enn einaferð er tikin í eið sum forseti landsins.
Tað er tíðindastovan Reuters, sum ber hesi tíðindi úr Turkalandi í dag.
- Svøríki hevur gjørt sínar skyldur, segði Nato-leiðarin. Jens Stoltenberg útilokar ikki, at Svøríki kann gerast limur í Nato fyri Nato-fundin í Vilnius miðskeiðis í juli.
Jens Stoltenberg er í Ankara, har hann eisini hevur havt samrøður við turkiska forsetan um Svøríki sum komandi limaland í verjusamgonguni.
- Nato-aðalskrivarin og Recep Tayyip Erdogan hava bjóðað Svøríki til felags fund hin 12. juni, veit tíðindastovan Reuters at siga í dag.