Svøríki sigraði í málleysum javnleiki

EM 2020: Tað bleiv dagur í viku fyri svenskarar, sum vunnu eitt týdningarmikið stig móti Spania

Dagurin í dag endaði við einum heldur linligum dysti móti Spania og Svøríki. Hetta var annars tann mest spennandi dysturin á pappírinum, men tað endaði málleyst. Hetta er eitt gott stig fyri Svøríki, sum eisini kann gleðast um, at Pólland tapti móti Slovakia.

 

Spania hevði ikki óvæntað bóltin meginpartin av tíðini, men hevði ilt við at koma til málmøguleikar. Tá teir komu til málmøguleikar stó Robin Olsen í vegin í svenska málinum. Svøríki hevði ein møguleika, sum endaði á stongina, men annars raktu teir ikki málið.

 

Móti dystarenda gjørdi Svøríki ikki annað enn at drála. Spania hevði nakrar møguleikar, men talan er um eitt nýtt ættarlið av spælarum, ið ikki hava neyvleikan hjá undangongumonnunum.

 

Fyri Svøríki er hetta ein stórur sigur, tí Spania er favorittur í bólkinum. Pólland tapti eisini óvæntað fyri Slovakia, so nú hevur Svøríki góð kort á hondini.

 

Bólkur E:

 

Spania – Svøríki 0-0 (0-0)

 

Dómari: Slavko Vinčić, Slovenia

 

Leikvøllur: La Cartuja í Sevilla, Spania

 

Støðan:

 

  1. Slovakia 3
  2. Spania 1
  3. Svøríki 1
  4. Pólland 0