Syngja jólasangir – og aðrar sangir á konsert í Vestmanna

Ungur, evnaríkur solistur, fer at syngja fleiri sangir á konsert í kirkjuni í Vestmanna

Klokkan sjey sunnukvøldið 11. desembur, triðja sunnudag í advent, hevur Vestmanna sangkór konsert í Vestmanna kirkju. Skráin er á tremur við jólasálmum og –sangum og við á konsertini verður eisini barnakórið í bygdini.

 

Kórið hevur vant jólaskránna síðan venjingin byrjaði aftur eftir summarfrítíðina og nú er klárt at syngja kend og minni kend jólaløg – føroysk, svensk og ensk. Men tað verða ikki burturav jólalig løg at hoyra. Á konsertini 11. desembur er unga, evnaríka, Vár Isaksen solistur í nøkrum av sangunum, eitt nú The Skye Boat Song, ið er kendur úr Netflix røðini Outlander.  

 

Rannvá Matras-Olsen er kórleiðari hjá Vestmanna sangkóri.

 

Vestmanna sangkór hevur fleiri enn 40 ár á baki og nakrir av teimum fyrstu kórlimunum syngja enn við, hóast tað støðugt legst afturat við nýggjum kreftum. Við hesi blanding av royndum og nýkomnum sangarum er kórið væl samansett at venja til framførslur av kendum siðbundnum, eins væl og nýggjum avbjóðandi verkum.

 

Í vár hevði kórið til dømis tríggjar konsertir saman við strúkarum og urguleikara, har dentur varð lagdur á vónina og tað várliga.

 

Kórið hevur eisini onkrar ætlanir til komandi árið, og í hesum sambandi fara tey eisini á konsertferð uttanlands. Á konsertini sunnudagin verður møguleiki at stuðla kórinum við peningagávu.

 

Til jólakonsertina hendan 3. sunnudagin í advent eru tað vetrargleðin og jólahugnin, ið eru frammaliga í hugmyndini.