Syrgdu ikki fyri at børnini brúktu trygdarútgerðina

Løgreglan sigur, at tað kemur ikki ofta fyri – men nakrar ferðir

Hesar dagarnar er løgreglan farin at gera nakað burtur úr at kanna bilarnar, sum koyra børn í skúla um morgnarnar. Endamálið er at kanna um foreldur, og onnur, sum koyra børn í skúla, syrgja fyri, at børnini brúka ta trygdarútgerð, sum lógin sigur, at tey skulu brúka. Her er talan um trygdarbelti og tey smærru børnini skulu eisini hava barnasetur í bilinum.

 

Í gjáramorgunin var løgreglan við skúlar í Eysturoy og kannaði, hvussu skilið var og tey siga, at yvirhøvur var støðan góð. Kortini vóru tað nakrir bilførarar, sum ikki høvdu syrgt fyri, at børnini brúkti tað kravdu trygdarútgerðina. 

 

Er talan um børn undir 15 ár, hevur bilførarin skyldu til at tryggja sær, at børnini brúka trygdarútgerðina. Gera teir ikki tað, fáa teir 1.500 krónur í bót, umframt at teir fáa eitt klipp í koyrikortið. Løgreglan sigur, at tað hendur seg ikki ofta, hesi viðurskifti ikki eru í ordan, men tað kemur kortini fyri - meiri enn so. Ein feilur, løgreglufólkini síggja av og á, er, at børnini sita á barnasetrinum, og sita í trygdarbelti - men við skúlatasku á rygginum og tá er tað næstan verri enn einki, tí tá hevur barnið onga nakkastúttu, skuldi ein samanstoytur verið.