Tíðindaskriv frá VÍF

Viðvíkjandi dystinum í Vestmanna tann 28. 02. 99

Eftir omanfyri nevnda dyst kærdi annar dómarin Vestmanna Ítróttarfelag til HSF, fyri ikki at hava gjørt sítt til, at hann var tryggur undir og eftir dystin, har hann kendi seg hóttan av viðhaldsfólki felagsins.

Ein og hvør hevur rætt til at kæra, um hann ikki heldur, at alt er farið rætt fram. Men sambært reglum hjá HSF skal kærdi parturin hava loyvi at geva eina skrivliga frágreiðing, áðrenn nøkur støða verður tikin. Henda mannagongd er ikki fylgd í hesum máli, við tað at HSF hevur gjørt úrskurð beinleiðis útfrá frágreiðingini hjá dómarunum og ut frá hesum hótt við at seta strong tiltøk í verk ímóti Vestmanna Ítróttarfelag.

Vestmanna Ítróttarfelag metir framvegis ikki, at nakað óregluligt er farið fram ella at dómarin á nakran hátt hevði grund til at kenna seg hóttan, og tí metti felagið ikki, at grund var fyri at koma við eini umbering.

Vestmanna Ítróttarfelag harmast áskoðaranna vegna, at teir verða lagdir undir líkt og ólíkt, sum er beinleiðis ósatt, tí vit meta okkum at hava sakligastu og hóvligastu áskoðarafjøld í landinum og eru vit glað og errin av tí.

Vit vóna, at HSF hevur lært av hesum máli og ikki leypur framav eina aðru ferð, tí um partarnir høvdu tosað saman beinan vegin, hevði hetta mál ongantíð blivið til tað tað bleiv.


Vegna


Vestmanna Ítróttarfelag


Jón Nielsen

Rógvi Nielsen

Andrea Nielsen

Agnar Joensen

Sigrid Joensen