Norska blaðið Nordlys hevur avdúkað, at polskir handverkarar arbeiða í Noregi fyri níggju norskar krónur um tíman.
Pólendingarnir eru í byggivinnuni í Tromsø, og verri er, at teir eru í ferð við at byggja tveir almennar bygningar, eitt ellisheim og ein framhaldsskúla. Nordlys hevur fingið fatur á sáttmálanum, sum pólendingarnir arbeiða eftir, og har stendur, at grundlønin er 4,50 polskar zloty, sum svarar til níggju norskar krónur.
Tað er eitt felag, sum hevur fingið teir polsku handverkararnar til Noregs. Felagið hevur síðani ein byggisáttmála við kommununa, og í honum stendur millum annað, at kommunan hevur tagnarskyldu, tá tað snýr seg um lønina og onnur arbeiðsviðurskifti hjá teimum útlendsku handverkarunum. Sambært Nordlys hava pólendingarnir sjálvir fingið at vita, at teir verða sendir heim, avdúka teir síni lønarviðurskifti.
Norsku fakfeløgini eru í øðini inn á mannagongdina, og tey harmast serliga um, at almennir byggiharrar eru við til at misbrúka útlendska arbeiðsmegi.