Tónleikur fyri eyga

Komandi vikuskifti skipar Tórshavnar Musikkskúli fyri Rútmiskum Musikkskúladøgum 2010. Temaið í ár er filmstónleikur, og hevur Musikkskúlin fingið filmsfrøðingin úr Klippfisk, Martin Nolsøe Simonsen, at siga frá teimum ymisku sangunum við filmsbrotum, og verður hann eisini frásøgumaður til konsertina.

Konsertin, sum hevur fingið heitið ?Tónleikur fyri eyga og oyra?, rúmar sangum frá kendum filmum so sum The Wall, Tarzan, James Bond, Prince of Egypt, Sound of Music, The Exorcist, Hercules og Fame.

Møguleikarnir fyri samanspæli hjá næmingunum í musikkskúlanum verða raðfestir sera høgt, og tey luttakandi á hesi konsertini koma úr fimm ymiskum orkestrum, sum øll venja regluliga í Skansastovu, umframt ungdómskórið Dropar við egnum orkestri og tvey orkestur fyri framkomnar næmingar frá Musikkskúla Miðnám.

 

Fríggja- og leygardagin venja næmingarnir saman í Skansastovu, og sunnudagin klokkan 19 verður stór konsert so hildin í Skúlanum við Løgmannabreyt.