Mugison á konsert er ein spennandi uppliving, ið er torfør at seta í bás. Hósdagin spældi íslendski tónlistarligi gandakallurin Mugison á einum flótipalli við Norðurbryggjuna í Keypmannahavn, og hóast skiftandi veður var upplivingin frálík.
Tey flestu, ið høvdu leitað sær á bryggjuna vóru íslendingar, men onkur føroyingur var ímillum tey nøkur hundrað fólkini, ið vóru savnaði á bryggjuni. Planet.fo var framvið eina løtu, og vit upplivdu góðan stemning, sól, regn og eitt slag av tónleiki, ið er heilt egið - ella okkurt heilt annað.
Mugison og tónleikararnir hjá honum á bassi og trummum høvdu ein óvanliga respektleysan máta at ferðast innan tónleikagreinar, eina løtu minti tað mest um blús, síðan um kontri, síðan um rokk og enntá tung málm, alt í einum lagi. Mugison hevur stutt sagt onga respekt fyri reglum, um hvussu tú skalt ljóða ella ikki ljóða. Hetta var fríksligt og fekk tankarnar at leita til sovorðnar tónlistarligar úrmælingar sum Beck Hansen. Tað er eingin ivi um, at tey, ið ætla sær á G! Festivalin hava nakað heilt serligt at gleða seg til.
Hetta var fyrstu ferð, at Norðurbryggjan tók Havnescenen, ið flótipallurin eitur, í nýtslu og hetta var væl eydna, tað er ikki ringt at ímynda sær Eivør ella Teitur við bólki á hesum palli, ella kanska tey bæði, ein heitan summar dag.