Tórður Thomsen fekk heilaskjálvta

-Eg havi fingið ein heilaskjálvta, men tað er ov tíðliga at siga um eg havi brotið nøsina

Fult umfar var í Betri deildini hjá monnum. Í Gundadali vann NSÍ 3-2 á B36. Heilir níggju minuttir vóru lagdir afturat í fyrra hálvleiki, tí málverjin hjá NSÍ fór at bløða í nøsini.

 

Les eisini: Alt um 12. umfar

 

Mest dramatiska hendingin í Gundadali var, tá Tórður Thomsen lá eftirá. Eftir innlegg verður hann sparkaður í nøsina, tá Eli F. Nielsen, væl hildin av tveimum spælarum hjá NSÍ, ger ov nógv av í royndini at fáa bóltin.

 

Les eisini: Málið hjá HB var ikki rangstøða

 

-Eg minnist ikki hendingina, men eg minnist at bólturin fer uppum Jens Joensen, og at eg skal til at boksa bóltin. Eg síggi slett ikki Eli F. Nielsen, sigur málverjin, sum fór at bløða illa eftir hendingina. 

 

Síggja samandráttin frá dystinum við at trýsta HER (Kringvarpið)

 

Tað gingu næstan tíggju minuttir at fáa hann á føtur aftur. Eina løtu var ivasamt, um málverjin kundi halda fram. Myndirnar hjá ÍtróttarSosialinum tykjast vísa ein ógvusliga hending.

 

-Eg havi fingið ein heilaskjálvta, men tað er ov tíðliga at siga um eg havi brotið nøsina. Hon er hovin enn. Eg skal aftur til lækna um tveir dagar, sigur Tórður Thomsen.

 

Eli. F. Nielsen fekk gult kort fyri hendingina.