Løgreglan í Venesuela brúkti táragass og vatnkanónir, tá fleiri fleiri túsund studentar gingu mótmælisgongu ímóti politikkinum hjá Hugo Chavez, forseta. Løgreglumenninir skutu eisini við gummikúlum. Studentarnir eru serliga misnøgdir við eitt uppskot hjá forsetanum at broyta venesuelsku grundlógina. Eftir uppskotinum verður einki mark fyri, hvussu ofta ein forseti kann veljast aftur. Chavez sigur, at fólkaatkvøða verður um broytingina í næsta mánað, men studentarnir vilja hava betri stundir til at viðgera uppskotið.