Tóri og Uni hava skrivað bók um trø og gróður í Havn

Listaskálin var í gjár karmur um framløgu av bókini "Gróður í Havn". Eini 110 fólk vóru til framløguna. Eftir framløguna var farið ein túr í plantasjuna. Uni Arge er rithøvundur og hevði sjálva framløguna, meðan Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, helt røðu.

 

Tað er Tórshavnar kommuna, sum hevur bílagt bókina frá Una Arge.

- Men eins góð, vit eru við viðarlundina, so eru tað kortini fá okkara, ið kenna veruligu søguna handan viðarlundina og hini grønu økini í býnum, ið koma undir “Gróður í Havn”. Tí er tað, at kommunan setti sær fyri at fáa gongd á skjalfestingina av menningini av grønu økjunum í býnum. Men fyritreytin var, at Tóri í Hoyvík, ið hevur verið býargartnari í Tórshavnar kommunu seinastu 36 árini, og sum kennir hvønn blett í býnum, vildi ganga á odda í hesum arbeiði. Og mín fatan er, at samstarvið teirra millum, býargartnaran og høvundan, hevur verið fyrimyndarligt - úrslitið síggja vit her í dag, segði Marin Katrina Frýdal í røðu síni, og gleddist hon um, at hetta stóra verkið nú var liðugt.

 

Hon heldur, at tað er av alstórum týdningi hjá kommununi at varpa ljós á grønu økini og segði samstundis, at kommunan leggur seg eftir at menna og leggja til rættis alsamt fleiri grøn øki.

 

- Vit arbeiða áhaldandi fram eftir hesum leisti, m.a. við at skógarfriða øki, at økja játtanina til gróðurseting og lendisgøtur, at veita serstaka játtan til gøtuna kring Havnina og fiskastykkið Yviri við Strond og at orða ein træpolitikk. Vit ynskja framhaldandi, at Havnin og kommunan eru grøn. Tí fara vit at seta mál fyri, at trøini verða fleiri, og at tryggja góð vakstrarlíkindi fyri verandi og nýplantað trø, sigur hon.

 

- Eg vil takka høvundanum Una Arge fyri væl úr hondum greitt arbeiði. Eg veit, at tað hevur kravt nógva tíð, tol og orku at greina hetta stóra og spennandi økið, sum okkara gróðrarsøga er. Hann hevur verið sera eldhugaður og nærlagdur í sínum arbeiði, so hetta er ein dýrgripur, vit fáa litið upp í hendurnar í dag. Tilvitanin millum fólk gerst tíbetur størri og størri, og við bókini “Gróður í Havn” verður partur av hesi vitan skjalfest, segði Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini.