Nú má størsta kommunan í landinum fáa ein veruligan umhvørvispolitikk, ongantíð ov skjótt.
Í dag verða stórar mongdir av plasti og øðrum burturkasti blakað í bakgarðin, samstundis sum býráðssamgongan ætlar at senda eina stóra CO2 rokning víðari til komandi býráð, at taka sær av.
Tirvingarplássið í Húsahaga er ein skammilig sjón hjá okkum, sum ferðast í vøkru náttúruni í Tórshavnar Kommunu, langt frá Vaglinum. Plast, óhumska og annað umhvørvis dálkandi burturkast flýtur um alt plássið. Hetta er ein køstur, ein stór skomm fyri umhvørvið og annars vøkru náttúruna í Tórshavnar Kommunu.
Henda býráðssamgongan ætlar sær eisini at lata ovurhonds stóra CO2 rokning víðari til komandi býráð. Hetta fyri eina óvanliga tápuliga loysn, har túsundtals av tungum og osandi lastbilum koyra frá Gomlurætt til Runavíkar. Ígjøgnum Havnina fullir við gróti úr Sandoyartunlinum.
Hetta verður ein umhvørvisvanlukka, sum fyrst og fremst kemur at merkjast í nærumhvørvinum í Havnini.
Baksíðan á medaljuni kemur ikki altíð við.
Hetta er eitt av mínum hjartamálum. Burturkast sleppa vit ikki undan, men hetta muga vit fáa skil á ongantíð ov skjótt. Tí ætli eg mær at gera mítt fyri, at Tórshavnar Kommuna fær ein veruligan umhvørvispolitikk, sum ger mun og sæst aftur.
Set X við Bergur Robert Dam Jensen á lista C til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu 10 nov. 2020