Týskarar til Føroya, og føroyingar til Týsklands

Karin Schilling, sum er leiðari av feriumiðstøðini, Weisenhauser Strand vónar at síggja føroysk ferðafólk á staðnum. Børge Moxfeldt frá Smyril Line í Kiel vónar, at talið av týskum ferðafólkum, sum vilja sleppa til ìslands og Føroya heldur sær

Sum eitt alternativ fer Smyril Line at royna at selja ferðir til føroyingar til Weisenhauser Strand í Norður-Týsklandi. Stóra feriumiðstøðin í Weisenhauser Strand liggur norðanfyri Lubeck, og eystanfyri Kiel. Leiðarin av feriumiðstøðini í Weisenhauser Strand heldur, at staðið hevur nakað at bjóða føroyskum ferðafólkum: - Vit hava eina stóra viftu av ítróttaraktivitetum á einum ítróttarøki, har fólk kunnu spæla tennis, badminton, squash o.o. spøl. Vit hava eisini eitt subtropiskt baðiland innandura, har tað t.d. nú eru 30 hitastig, og tað ber til at svimja. Vit kunnu eisini bjóða minigolf, og um veturin kunnu vit bjóða minigolf innandura. Weisenhauser Strand kann eisini bjóða 7 ymiskar matstovur, bæði italskar matstovur, týskar matstovur og bistro. Náttúrana kring økið metir Karin Schilling eisini at verða framúr: - Vit hava mølheyggjarnar beint við, og eitt strandarøki uppá 3 kilometrar við góðum, hvítum strondum. Talan er um eitt veruligt náttúruøkið, tí nærmasti landsbýurin er 5 kilometrar frá økinum. Tað ber eisini til at leiga súkklur á staðnum.

 

Best at bíleggja í góðari tíð

 

Hásesongin er í juli og august, men staðið er eisini rættiliga væl umtókt í februar, og tá vit vóru á Weisenhauser Strand hálvan februar, vóru 70% av kømurunum og íbúðunum í umsetningi. Feriumiðstøðin hevur 1.000 íbúðir og 180 hotelkømur, men føroyingar sum vilja uppliva Weisenhauser Strand í háárstíðini, gera best í at bíleggja sær pláss skjótast til ber. – Tað er nógv fólk, sum ganga aftur her, og tí er alneyðugt at bíleggja sær kømur ella íbúð í góðari tíð. Weisenhauser Strand liggur bert 60 kilometrar frá tí søguliga býnum Lubeck, sum er ein hin vakrasti býurin í Týsklandi, og hevur sera nógv søgulig støð ein kann vitja. Vestanfyri liggja Kiel, sum er 50 kilometrar frá Weisenhauser Strand og Hamburg, sum liggur 120 kilometrar frá feriumiðstøðini. Kiel og Hamburg kunnu ikki bjóð tað sama, sum Lubeck, tá tað kemur til tað søguliga, men býirnir kunnu bjóða tað pulserandi lívið, sum stórbýir kunnu bjóða. – danskarar og svenskarar trívist her á Weisenhauser Strand, og ivist eg ikki í, at føroyingar høvdu trivist her. Sigur Karin Schilling at enda.

 

Náttúran dregur

 

Í Kiel hitta vit leiðaran hjá Smyril Line í Týsklandi, sum eitur Børge Moxfeldt. Børge heldur, at vánirnar at fáa týsk ferðafólk við Norrønu til Ìslands og Føroyar eru ikki heilt sørar. – Sum støðan er kring Heimin, so vænti eg ikki eitt lætt ár hjá okkum. Men eg merki ein vaksandi áhuga fyri Føroyum og Ìslandi í Týsklandi. Og her á skrivstovuni í Kiel eru vit rættiliga optimistisk, at tað fer at eydnast okkum at framala nøkur góð hagtøl fyri 2009. Spurdur um hvat dregur týskarar til Føroya og Íslands, svarar Børge: - Um vit taka Føroyar, so er tað í høvuðsheitum orsaka av náttúruni. Føroyar eru eitt ógvuliga serstakt stað í Europa. Fólki dámar at fara til Føroya, fyri at síggja eina heilt øðrvísi náttúru, og fyri at kunna fiska. Um vit taka Ísland, so er tað heilt einfalt soleiðis, at tú finnur ikki eitt slíkt stað í øllum Europa. Har finnur týski ferðamaðurin jøklar og fossar, geysir, heitar keldur, og tað sum hevur samband við eldgosini. Børge heldur avgjørt, at tað fer at hjálpa, at Norrøna ein stóran part av árinum fer at leggja at í Esbjerg, tí tað styttir munandi um teinin úr Týsklandi. Munurin er heilar 200 kilometrar.

 

Innsløg í morgin

 

Í morgin verður ein serligur ”Morgunroði” á Rás2, har lurtarin fær høvið at hoyra prát, sum vóru gjørd á einum fjølmiðlatúri í Týsklandi og Danmark fyri stuttum. Eisini koma Berghild Jacobsen og Jákup Sverri Kass í Rásarúmið at greiða frá tilboðunum, sum Smyril Line hevur. Í morgin byrjar eisini eitt serligt átak hjá Smyril Line á torginum í SMS, sum varar til leygardagin.