Tað endaði 2-2 í Fuglafirði

Eftir sera intensan, undirhaldandi og spennandi 2. hálvleiki í Fuglafirði, hava spælararnir í ÍF og EB/Streymi takkað hvørjum øðrum fyri dystin. Úrslitið var 2-2. Síðstu løtuna spenti heimaliðið álopsbogan í roynd at vinna øll stigini. Bartal Eliasen var fremsti maður, og tí kendist stórur spenningur, tá ið bólturin varð sendur inn í brotsteigin hjá EB/Streymi, og tað kendist eisini vandamikið og spennandi, tá ið EB/Streyma menninir fóru í skjót mótálop.

Tríggjar ferðir í 2. hálvleiki raktu heimamenninir í træverkið aftanfyri René Tórgarð - Øssur Dalbúð, Jan Ó. Ellingsgaard og Høgni Zachariasen.

.

Men tað kom einki mál aftrat, og harvið hevur ÍF nú 17 stig á triðja plássi, og EB/Streymur hevur 15 stig á fjórða plássi - í hvussu so er inntil sunnudagin.

 

ÍF-EB/Streymur 2-2 (0-1)

0-1: Hans Pauli Samuelsen 30.

1-1: Clayton Soares 50.

1-2: Niels Pauli Danielsen 71.

2-2: Bartal Eliasen 82.

Dómari: Dagfinn Forná

ÍF: Jákup Mikkelsen - Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard - Ari Ó. Ellingsgaard (Jákup Johansen, 81.), Heri H. Nesá (Poul Nolsøe Mikkelsen, 77.)), Høgni Madsen, Bogi R. Petersen (Hanus Thorleifsson, 63.) - Clayton Soares, Øssur Dalbúð

Gult kort: Ari Ó. Ellingsgaard, Høgni Madsen, Bartal Eliasen

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Rógvi Egilstoft Nielsen – Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam, Gunnar Zachariasen - Levi Hanssen (Niels Pauli Danielsen,66.), Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen

Gult kort: Gunnar Zachariasen

 

 

LIÐUGT

2-2

 

80) 2-2: Bartal Eliasen

Tað er lív og spenningur í uppgerðini í Fuglafirði. Nú hevur Bartal Eliasen javnað til 2-2. Tað gjørdi hann við høvdinum, eftir at horna varð lagt innfyri úr høgru. EB/Streyma verjan sparkaði bóltin út úr aftur málinum, men linjuverjin veittraði fyri, at bólturin hevði verið innanfyri málstrikuna.

Stutt eftir at EB/Streymur hevði lagt seg framum 2-1, rakti ÍF bæði í stólpa og tvørtræ!

 

 

75) 1-2: Niels Pauli Danielsen

EB/Streymur er aftur á sigurskós í Fuglafirði. Jákup Mikkelsen í ÍF málinum hálvbjargaði, eftir at Hans Pauli Samuelsen úr 20 metrum og eitt sindur til vinstru hevði roynt ímóti málinum við frísparki, og Niels Pauli Danielsen, sum var komin á vøllin tíggju minuttir frammanundan, var fyrstur á returbóltinum, sum hann við høvdinum setti í málið.

Spælið hevur javnað seg aftur, eftir at ÍF í eina løtu var omaná. Stutt eftir málið hevði Hans Pauli Samuelsen risa møguleika, men hann misnýtti møguleikan at økja um leiðsluna.

 

60) 1-1

Tað er komin broddur í álopsspælið hjá ÍF. Lítla løtu eftir útjavnandi málið var aftur vandi á ferð frammanfyri EB/Streyma málið. Vongverjin í høgru hjá ÍF, Leivur Joensen, legði innfyri, og úr fimm metrum sendi Øssur Dalbúð við høvdinum bóltin framvið René Tórgað, men ólukkutíð fyri Øssur og ÍF, so brast bólturin aftur hesa ferð í tvørtræið!

EB/Streymur lúrir eftir møguleikanum at fara í kontraálop.

 

55) 1-1: Clayton Soares

ÍF hevur svarað aftur í Fuglafirði, har EB/Streymur er á vitjan. Clayton Soares javnaði til 1-1, tá ið hann við høvdinum setti bóltin framvið René Tórgarð. Innleggið var úr høgru frá Ara Ó. Ellingsgaard, sum samanspældi við Leiv Joensen, og í fyrstu atløgu brast bólturin í tvørtræið, eftir at Øssur Dalbúð hevði roynt seg við høvdinum, og so var Clayton fyrstur á returbóltinum.

 

Fyrsti landskappingardysturin í 11. umfari í EFFO deildini er í Fuglafirði í kvøld. Dagfinn Forná bríkslaði fyrstu ferð klokkan 19.00. Fótbóltslíkindini eru av teimum fagrastu í Fuglafirði, men har eru ikki so ógvuliga nógvir áskoðarar, og tað hevur verið rættuliga friðarligt kring vøllin í 1. hálvleiki.

 

Nú teir eru farnir at rinda møðina, er støðan 1-0 til EB/Streym. Málið skoraði Hans Pauli Samuelsen, tá ið ein lítil hálvur tími var farin. Eitt sindur úr høgru og úr 20 metra fjarstøðu sendi hann bóltin beinleiðis í málið.

 

ÍF hevur havt bóltin meiri enn gestirnir, men hóast heimaliðið ofta hevur lagt bóltin inn fyri málið, so hevur tað ikki verið vandamikið, m. a. tí René Tórgarð hevur verið stinnur í luftspælinum.

 

EB/Streymur hevur dúvað meiri upp á skjót mótálop, og tá hevur tað verið meiri broddur í.