Tað endaði heilt væl

U19-landsliðið: Venjararnir eru væl nøgdir við, hvussu tað endaði í EM-undankappingini, eftir at byrjanin hevði verið harðlig

U19-landsliðið er komið aftur av EM-undankappingarferð í Portugal. Úrslitini vóru 9-1 tap ímóti heimaliðnum, 3-1 tap ímóti Ungarn og at enda 4-0 sigur ímóti San Marino.
– At skora seks mál í einari kapping er ikki vanligt fyri føroysk lið. Fyrsta dystin vóru vit uppi ímóti fram úr góðum heimaliði, og okkara spæl var eyðkent av, at vit høvdu ikki havt góðar fyritreytir at fyrireika okkum. Ímóti Ungarn var tað væl betri, og ímóti San Marino spældu vit heilt væl, serliga í seinna hálvleiki, tá ið vit skoraðu øll málini, sigur Abraham Løkin, ið saman við Eli Hentze er landsliðsvenjari hjá U19-monnunum.
Hann heldur, at tað eru góð evni í ungu monnunum, og um teir taka avbjóðingina í álvara og gera nógv við venjingina, so kunnu fleiri teirra røkka heilt langt.
Portugal vann bólkin við sjey stigum, Ungarn fekk eisini sjey stig, Føroyar rukku trimum stigum, og San Marino fekk einki stig.
-------------
Føroyar-San Marino 4-0 (0-0)
1-0: Ari Jónsson, 51.
2-0: Bogi R. Petersen, 55.
3-0: Bogi R. Petersen, 86
4-0: Tróndur Jensen, 93.
Føroyar: 1. Jákup Højgaard, 2. René Joensen, 5. Ragnar Nattestad, 6. Bogi R. Petersen, 7. Tróndur Jensen, 9. Ari Ellingsgaard, 10. Arni Gregersen (12. Magnus Egilsson, 76.), 11. Ari Jónsson, 14. Eirikur Magnussarson (15. Rógvi Joensen, 73.), 17. Ragnar Tausen og 18. Brandur Suðuroy (4. Heðin Hansen, 83.)
Gult kort: Rene Joensen, Ragnar Nattestad og Ari Ellingsgaard
Óbrúktir leikarar: 16. Eli Leifsson, 3. Beinir Ellefsen, 8. Marcus Clementsen og 13. Allan Hansen
Venjarar: Abraham Løkin og Eli Hentze