Tað eru tvey av feløgunum, sum eiga flestar gullkrónur, sum í morgin í innanhýsis uppgerð fara at gera av, um tað skal vera Mjølnir úr Klaksvík ella ÍF úr Fuglafirði, ið skal vinna FM.
Hesi bæði liðini hittust fyrr í ár í steypafinaluni, og tá endaði ÍF omaná.
Fyrra FM finalan var í gjár. Tá vann Mjølnir 3-1. Settúrslitini vóru 25 – 14, 25 – 22, 24 – 26, og 25 – 21.
Tað er greitt, at FM spurnigurin verður avgjørdur í morgin. Um Mjølnir vinnur dystin, so verður Mjølnir meistari. Um ÍF vinnur dystin, so verður neyðugt við gullsetti, har tað verður spælt upp í 15. Tað liðið, sum verður fyrri at røkka 15, verður FM vinnari.
Hesi bæði feløgini – Mjølnir og ÍF – hava vunnið meiri í flogbólti fyri menn enn nakað annað felag í landinum.
ÍF hevur vunnið landskappingina 11 ferðir, og ÍF vann fyrr í ár steypafinaluna fyri níggjundu ferð.
Mjølnir hevur vunnið landskappingina 10 ferðir og steypakappingina fimm ferðir.
Seinna FM finalan millum menninar hjá Mjølni og ÍF verður í høllini á Hálsi í Havn leygardagin klokkan 18.