Tað er heilt ófatiligt

Havnin er serliga hart rakt og tað er óvirðiligt ikki at hjálpa beinanvegin, heldur borgarstjórin

Nú eigur ferðavinnan at fáa løn fyri at hava verið trúgv ímóti landsstýrinum.

Tað heldur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

Ferðavinnan er í knúsi í kjalarvørrinum á korona, og ein grund til tað er, at hon hevur hildið seg neyvt til tilmælini frá myndugleikunum.

Havnin er serliga hart rakt av kreppuni í ferðavinnuni, tí tað eru eini 700 arbeiðspláss í Havn, sum eru beinleiðis knýtt at ferðavinnuni, sigur hon.

Men harumframt koma so øll tey, sum eru í vinnum, sum eru knýtt at ferðavinnuni. Her er talan um veitarar av ymsum slagi, bæði tey, sum selja fisk, kjøt, frukt, grønmeti, tey, sum koyra buss og hýruvogn, tey, sum gera reint, tey, sum varða av undirhaldinum, mentan, og øðrum.

– Ringarnir breiða seg ómetaliga skjótt, tá hotel- og matstovuvinnan liggur í andaleypi, serliga í høvuðsstaðnum. Og tí er tað heilt ófatiligt, at landsstýrið ikki beinanvegin kemur við einum hjálparpakka til tænastuvinnuna, sigu Annika Olsen í eini fráboðan beint nú.

Kostar tað 100 milliónir,  er tað einki afturímóti tí týdningi, hendan vinnan hevur, tí hon hevur eina fíggjarætlan uppá fimm milliardir, sigur hon.

– Eg vóni ikki, at tað er soleiðis, at Landsstýrið bara dúvar uppá, at avtaka sóttarhaldið fyri at sleppa undan at stuðla vinnuni. Skaðin er longu hendur, sigur borgarstjórin.

Harafturat vísir hon á, at ferðainnan hevur ikki virkað undir nøkrum lógarkravi, men hevur púra trúføst hildið øll tilmæli frá tí almenna.

 

– Kreppan rakar serliga hart í høvuðsstaðnum, sum tíverri er undirumboðaður í samgonguni  í løgtinginum. Men eg meti, at nú skal tænastuvinnan hava løn fyri sín loyalitet. Alt annað er fullkomiliga óvirðiligt, sigur Annika Olsen.

 – Og løgtingið eigur at vera somikið at sær komið, at tað fer at stuðla einum hjálparpakka beinanvegin og harvið stuðla tænastuvinnuni, áðrenn skaðin verður óbótaligur, leggur hon afturat.