Tað er nú ella ongantíð

Leiðandi yvirlæknin á Psykiatriska Deplinum, Tormóður Stórá, óttast, at tey 15, sum enn hava fastan bústað á Psykiatriska Deplinum aldri sleppa út frá sjúkrahúsinum

Fyri nógvum árum síðani varð avgjørt politiskt, at eingin, sum ikki tørvar viðger, skal búgva á psykiatriska deplium. Síðani eru brúktar milliónir til at røkka hesum málið, og við sambýlinum Eystan Heyg, sum hevur 16 íbúðir, skuldi setast endaligt punktum fyri einari tíð, har fólk við sálarligari sjúki hava fastan bústað á psykiatriska deplinum, hóast tey ikki eru í viðger.

Politiskt er eingin ivi um, at sambýlið Eystan Heyg varð bygt til tey, sum enn búgva á Psykiatriska Deplinum. Av tí at lógin varð broytt, hevur landsstýriskvinnan í almannamálum, Annika Olsen, tó valgt, at síðustilla tey við restina av bíðilistanum hjá Almannaverkinum, og tey fáa sostatt ikki framíhjárætt til sambýlið Eystan Heyg.

- Lógin varð broytt, tí tað virkaði eitt sindur fýrkantað, at tað skuldi standa við lóg, hvør skuldi búgva í sambýlinum, tí hvat nú, um tey ikki vórðu skikkað at búgva har, tá ið avtornaði, sigur Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum.

Bæði hann og Karsten Hansen, heilsumálaráðharri, leggja tó áherðslu á, at tað alla tíðina var meiningin, at hesi fólkini skuldu hava framíhjárætt til íbúðirnar, men at tað nú er vandi fyri, at tey standa við sviðusoð.
Nú standa tey á einum bíðilista saman við 37 øðrum til Eystan Heyg. Í alt 49 fólk við sálarligum avbjoðingum standa á bíðilista til bústað hjá almannaverkinum í dag.

Politiskt fallit
Tormóður Stórá óttast fyri, at tey 15 fólkini aldrin koma út av sjúkrahúsinum.
- Tá eg hoyrdi svarið frá Anniku - ja, tá bleiv eg bangin fyri, at hesi fólkini aldrin koma út, sigur hann. Hann er sannførdur um, at verður tað ikki nú, verður tað aldrin.
- Nú eru brúktar eini 40 - 50 milliónir krónur uppá, at fáa hesi fólkini út úr heilsuverkinum. Um tað ikki eydnast í hesum umfarinum, so eri eg sannførdur um, at tað aldrin verður til nakað, og so er politiska projektið kollsigt, sigur hann.

Fleiri av búfólkunum hava glett seg til sítt nýggja heim - onnur stúra, tí tað er ein stór broyting og avbjóðing, tí tey hava verið á Psykiatriska Deplinum í so nógv ár.
Men ein psykiatriskur depil er ikki eitt stað, har fólk skulu búgva, sigur Tormóður Stórá.
- Hetta hoyrir ikki heima í einari nútímans psykiatri. Støðan ávirkar sjálvsagt menningina á deplinum, ið heldur átti at gjørt nakað við økispsykiatriina, sigur hann.
Á Psykiatriska Deplinum hava tey gjørt sítt til, at búfólkið er so væl fyrireikað til at flyta sum gjørligt.

- Vit hava havt seks fólk búgvandi í einum slag av sambýlið, so tey eru von við hendan háttin at búgva uppá, sigur Tormóður Stórá. Í dag eru tó bert fimm av teimum á lívi.
Tormóður Stórá staðfestir, at øll, sum hava fastan bústað á psykiatriska deplinum í dag eru før fyri at búgva í sambýlinum, Eystan Heyg. Spurningurin er bara, hvussu nógva røkt almannaverkið er til reiðar at veita teimum.
- Summi hava tørv á nógvari røkt, men tað er røkt, sum tey fáa í dag, og sum tey líka væl kunnu fáa á sambýlinum, sum á Psykiatriska Deplinum. Spurningurin er bara, um man vil gjalda fyri tað í almannaverkinum, sigur Tormóður Stórá.

Einans 15 eftir
Í 80'unum, tá politikarar á fyrsta sinni byrjaðu at tosa um, at fólk, ið ikki eru í viðger skulu flytast út av sjúkrahúsinum, var talan um 40 fólk, sum høvdu fastan bústað á Psykiatriska Deplinum. Í dag eru tey 15. Nøkur fá eru flutt út, men bróðurparturin er farin, og vórðu aldrin útskrivað, greiður Tormóður Stórá frá.
Karsten Hansen, heilsumálaráðharri, er avgjørdur í málinum. Tað má ikki henda at hesi 15 fólkini, sum búgva á PAykiatriska deplinum í dag aldrin fáa sítt egna heim, sigur hann.

- Tað má ikki henda, at tey aldrin fáa sítt egna heim uttan fyri sjúkrahúsverkið - tað er ikki virðiligt lív, sigur hann.
Annika Olsen sigur, at hon tekur undir við, at tey fastbúgvandi á Psykiatriska Deplinum eiga at fáa eitt heim, og at hon vónar, at hetta fer at eydnast í ár. Hon vil tó ikki geva teimum framíhjárættindi, og tað tykist sum, at tað er har trupulleikin liggur.
- Nú kann tað sjávlsagt vera, at hesi fólkini fáa bústað Eystan Heyg, men hví skal landstýriskvinnan lata ein bíðilista upp, sum ger, at tey nú standa á jøvnum fóti við 49 onnur, spyr heilsumálaráðharrin.