Hóast sannførandi plássið á tindinum á støðutalvuni, so fer EB/Streymur í dag at bjóða Víkingi av við nýggjum vápnum. Danski álopsspælarin Peter Foldgast vandi fyrstu ferð við Margárir í Streymnesi mikukvøldið, og Anders Post, sum er verjuspælari og eisini kann gerast styrkur á verjukendum miðvallarplássi, vandi fyrstu ferð í hóskvøldið. Teir vera báðir á dómaraseðlinum í dag.
Sorin Anghel noyddist av vøllinum og varð seymaður síðsta sunnudag í Klaksvík. Hann verður við í dag, og tað kann væl vera, at Høgni Zachariassen verður á listanum. Hann hevur vant við fullari ferð.
Gongdin seinastu vikurnar undirstrikar, at tað hevur verið nógv upp og niður hjá Víkingi.
Hanus Jacobsen hevur ikki vant saman við hinum í hesi vikuni, men hann verður klárur í dag. Tað verður Hans Jørgen Djurhuus eisini. Hann var ikki við á Toftum. Hartil er avtala gjørd við Fremad Amager, um at Erling Jacobsen kann spæla við Víkini, nú hann er heima í summarfrí.