Tað fer at rokka í Sørvági leygarkvøldið

Leygarkvøldið 3. novembur verður eitt ordan 80´ara kvøldið í Sørvágs Bio, sum Sí og SR skipa fyri Bólkarnir, sum far at spæla hetta kvøld eru JJ Guttesen Band, Villmenn, Ghost Riders og Nautilus. Holgar Jacobsen fer at greiða eitt sindur frá bólkunum, sum fara at spæla.

 

Nautilius varð stovnaður síðst í sjeytiárunum. Manningin er Poul Arni Jacobsen, trummur-sang, Marner Mortensen, bass, og Holgar Jacobsen, gittar-sang, og Jonni Poulsen á tagentum. Tónleikurin er lættur rokkur og ymiskt annað, sum var populert í 80´unum.

 

Ghost Riders varð stovnaður í ´85. Manningin er her Marner Hansen, bass og sang, Andrass Davidsen, trummur, Jonni Poulsen, tagentar og sang, og Holgar Jacobsen, gittar og sang. Tónleikurin hjá teimum er ein blandingur av country og rock. Í ´90 var eitt kasettuband útgivið og fleiri av hesum løgum eru enn at hoyra í Útvarpinum.

 

Jóan Jakku Guttesen er ein søga fyri seg! Hann hevur um nakar megnað at gjørt løg, sum eru vorðin ?ever-greens? og landaplágur í hópatali. Av hesum kunnu m.a. nevnast ?Upp á tà?, ?Havnargøtur? og ?Síðsti dansur?.

Við sær hetta kvøld hevur hann Finnur Joen Jacobsen, trummur og sang, Djóna Strømsten, gittar, og Holgar Jacobsen, guitar og sang. Løgini vera øll Tinganesløg skrivaði av Jóan Jakku og Magnus à Stongum.

 

Villmenn er ein av mest spælandi bólkunum í Føroyum í løtuni. Bólkurin hevur givið tríggjar fløgur út og eru byrjaðir so smátt at arbeiða við tí fjórðu fløguni. Manningin er Finnur Joen Jacobsen, trummur og sang, Djóni Strømsten, gittar, John Edvin Joensen, bass, og Holgar Jacobsen, gittar og sang.