Tá føroyingar keyptu størsta trolara í vesturheiminum

Nýggj bók er nú komin í bókasølurnar, "Reynsatindur & Olaf í Garðastovu", sum Birgir Waag Høgnesen hevur givið út.

 

Hetta er fjórða bókini hjá Birgiri Waag Høgnesen í røðini "Teir tóku kjansin".

Birgir Waag Høgnesen, ið er klaksvíkingur, sum hevur búð í Vestmanna í nógv ár, hevur nú givið út sína fjórðu bók í røðini "Teir tóku kjansin".

 

Nýggja bókin hjá honum er um skipið, Reynsatind, sum seinni fekk navnið Olaf í Garðastovu.

 

Hetta skipið var ikki, sum eitt og hvørt annað skip, sum kom í føroyska fiskiskipaflotan. Tí, um hetta mundið var hetta størsti trolari í vesturheiminum.

 

Tað var í 1983, at føroyingar keyptu italska risatrolaran til svartkjaftaveiði. Í bókini verður greitt frá, at politikkur eisini spældi ein leiklut, tá avgjørt varð, hvør skuldi hava skipið. 

 

Tvey reiðarí royndu seg, men hvørki av reiðaríunum megnaði at fáa raksturin at standa upp og niður.

 

Í bókini lesa vit um trupulleikarnar í sambandi við fiskiskapin, virking av fiskinum umborð og sølu av fiskinum. 

 

Greitt verður eisini frá lívinum umborð.

 

Í bókini eru eisini nógvar samrøður, eitt nú við fleiri av mongu gentunum, sum vóru við skipinum, til tað varð selt av landinum – bert fimm ár eftir, at tað kom í føroyska fiskiskipaflotan.

 

Bókin um størsta trolara í vesturheiminum - Reynsatindur & Olaf í Garðastovu - fæst nú til keyps í bókasølunum, og til ber eisini at venda sær til rithøvundan á tlf. 284444.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Hetta er fjórða bókini hjá Birgiri Waag Høgnesen í røðini "Teir tóku kjansin".

Í bókini eru nógvar samrøður, eitt nú við fleiri av mongu gentunum, sum vóru við skipinum.