Tað var harmiligt – men tað var ikki miseydnað

 – Hetta var eitt vónbrot og tað var harmiligt, at sendarnir slóknaðu so skjótt. Tað sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur og hvalagranskari á Søvnum Landsins.

 

Tann fimta september varð sendari settur á fýra grindahvalir í eini lítlari grind í Bø við tí  endamálið at fylgja við, hvussu grind ferðast. Men tað gekk ikki rættiliga sum ætlað, tí tað var rættiliga skjótt, at tveir sendarar slóknaðu.

 

Eftir nøkrum fáum døgum helt ein triði sendari eisini brádliga upp at at senda. Hann gav onki tekn frá sær í ein mánað eftir, men fór so aftur boð frá sær í nakrar dagar, áðrenn hann aftur tagnaður endaliga. Hann var á einum hvali, sum fór eystur eftir og sum varð staddur 180 fjórðingar í ein beinan eystan úr Føroyur, norðan fyri Hetland, tá ið hann helt upp at at senda.

 

Hinir tríggir hvalirnir fóru suður yvir, men tveir av sendarunum slóknaðu so hvørt og síðst í oktober slóknaði tann seinasti sendarin. Tá var hvalurin, hann var á, staddur beint sunnan fyri Írland 860 fjórðingar sunnan fyri Føroyar, har teir høvdu verið í eina tíð.

 

Sendararnir virkaðu bara í einar 50 dagar, og tað var eitt vónbrot, sigur lívfrøðingurin. Hann sigur, at sostatt virkaðu sendararnir hesa ferð ikki longri enn teir gjørdu, fyrstu ferð, tey merktu grind, hóast vónin er, at tær ábøtur, sum verða gjørdar, føra við sær, at sendarnir senda alsamt longri. Tað longsta, sendararnir hava virkað á eini merktari grind, er 133 dagar.

 

Men Bjarni Mikkelsen sigur, at talan er kortini ikki um eina miseydnaða roynd, tí vitan legst alla tíðina afturat. Hann sigur, at hesa ferð fingu tey ta vitanina, at hóast talan bara var um eina lítla grind upp á 15 hvalir, fór hon kortini í tvey. Tað høvdu tey ikki væntað, tá ið talan var um so lítla grind, sigur lívfrøðingurin. Og tey sóu eisini tað, at hendan grindin ferðast øðrvísi enn aðrar grindir hava ferðast. Handan grindin fór nevniliga suður eftir ímillum Rock All og Suðuroyggjr, har tær annars plaga at vera vestanfyri Rokkin.  

 

Men tey høvdu vónað, at sendarnir sendu longri, so at tey eisini fingu eina hóming av, hvussu ein grind ferðast, hvussu hon vendir norður yvir aftur, leggur hann afturat. Hann dugir ikki at siga, hví sendararnir ikki virka longri, men ein varhugu tey hava, er, at tað eru hinir hvalirnir í bólkinum, sum onkusvegna fáa sendararnir av.