Tað ber ikki til at fáa fólk

Tí fer Almannaverkið ikki veitt fólki hesa tænastuna, sigur landsstýriskvinnan

Tað er ikki til at fáa fatur á teknmálstulkum og tí fær Almannaverkið ikki veitt teimum deyvu ta tænastu, tey hava krav upp á. Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum

 

Tordur J. Niclasen, sum hevur havt sæti á tingi fyri Miðflokkin, hevur spurt hana, hvat hon ætlar at gera fyri at loysa tann trupulleika, at fólk, sum eru deyv, ikki fáa teknmálstulk, hóast tey hava krav upp á tað.

 

Deyv hava rætt til tulk soleiðis at tey kunnu taka lut í samfelagslívi og sosialum lívi á jøvnum føti við onnur. Tey hava eisini krav upp á tulk í sambandi við útbúgving.

 

Landsstýriskvinnan sigur, at tey hava játtan á fíggjarlógini til at hava fýra teknmálstulkar í starvi, umframt at teknmálstulkarnir eisini kunnu tulka fyri samsýning.

 

– Tað er tó ringt at manna øll størvini, hóast lýst hevur verið eftir tulkum. Almannaverkið brúkar eisini fríyrkistulkar og tímalønt, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

 

– Almannaverkið er av teirri fatan, at tey hava sett allar teir tulkar, sum tey kunnu, men tíverri má staðfestast, at tey framvegis manglar tulkar og tí fáa tey ikki nøka allan tørvin, sum er.