Tað ber væl til at brúka hesar pengarnar

Tað eru ikki somu reglur galdandi tá ið landsstýrið selir sín part í Smyril Line, sum tað er, tá ið Lív varð selt fyri seks árum síðani

Tá ið landsstýrið selur sín part í Smyril Line, skulu pengarnir ikki setast í Búskapargrunnin. Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

 

Landsstýrið hevur havt ætlanir um at keypa íslendsku ferjuna, Herjólf, til Suðuroyarsiglingina, og samstundis er landskassin komin undir eina stóra rokning til Eysturoyartunnilin, tí talið á bilum sum koyrir ígjøgnum hann, hevur ikki verið so stórt, sum ætlað.

 

Fyri at fíggja hetta, hevur landstýrið ætlanir um at selja partabrøvini í Smyril Line og Tjaldur. Landsstýrið væntar at fáa 86 milliónir fyri søluna. Men nú vísir Bjarni Kárason Petersen, tingmaður fyri Framsókn, á, at eftir lógini um Búskapargrunnin, skulu serstakar inntøkur av einskiljingum setast í Búskapargrunnin.

 

Tí er tað ein spurningur um landsstýrið hevur heimild til at brúka inntøkuna av søluni til at fíggja keypið av Herjólfi, og til Eysturoyartunnilin, sigur hann.

 

Uni Rasmussen sigur, at einskiljing, ella privatiseting, merkir, at virksemi verður flutt frá tí almenna til tað privata. Seinasta einskiljingin var, tá ið LÍV varð selt í 2016 og inntøkan av teirri søluni fór í  Búskapargrunnin. Og í 2011 var niðurstøðan hjá fíggjarmálaráðnum at »Tað eru stórar eingangs inntøkur av einskiljing, sum ætlandi skulu í Búskapargrunnin«

 

Uni Rasmussen sigur, at tað er ivasamt, um talan er um eina einskiljing, tá ið landsstýrið eigur, og selur, eitt avmarkað tal á partabrønum í vinnufeløgum, sum reka virksemi á haldilsligum grundarlagi.

Fíggjarmálaráðið heldur ikki, at talan er um eina einskiljing, tá ið landsstýrið selur sín part í Smyril Line og í Tjaldur. Tískil verða inntøkurnar heldur ikki settar í Búskapargrunnin, leggur hann afturat. Sølan er játtað á rakstrinum á fíggjarlógini fyri í ár 2022. Meginreglan er, at at ein hending skal viðgerast líka, bæði tá talan er um útreiðslur og inntøkur. Tá ið landið stuðlaði Smyril Line við 30 milliónum í 2008, varð hetta gjørt í rakstrinum og tí verður inntøkan av sølu av partabrøvum, eisini ein partur av rakstrinum.

 

Men Uni Rasmussen sigur, at er tað eitt politiskt ynski um tað, ber til at seta søluna av Tjaldur og Smyril Line, í Búskapargrunnin við eini serligari játtan, eins og gjørt var við inntøkunum frá Fíggingargrunninum í 2017.