Tað bleiv hvørki “soccer” ella fótbóltur

HM 2022: USA við sínum “soccer” megnaði at halda Onglandi frá málinum

Tað hevur enn ikki eydnast Onglandi, at vinna á USA í einum HM-endaspælið. Í kvøld endaði tað við lítið áhugaverdum málleysum javneliki. Hetta er tann fimti málleysi javnleikurin til HM-endaspælið í Katar. Metið er sjey og kappingin er ikki komin í helvt enn.

 

Undan dystinum varð nógv gjørt burturúr, at tey í Amerika siga “soccer”, meðan at kalla restinin av heiminum kallar tað fyri “football”, ella á føroyskum fótbóltur. Tað bleiv í skemti hildið fyri, at vann USA, so skulu tey í Onglandi taka hugtakið soccer til sín.

 

Tað bleiv tó hvørki til “soccer” ella fótbólt, sum tey flestu munnu ynskja sær tað. Tað endaði málleyst og hesa ferð ber ikki til at siga, at tað var ein undirhaldandi ella ferðmikil málleysur dystur. Hetta var ein ordiliga rotin 0-0 dystur, har máltalvan sigur alla søguna.

 

Ongland var í hvítum og USA var bláum. Tað er ilt at finna nakað meira áhugavert at skriva um dystin. Støðan í bólkinum ger, at hetta eitt úrslit, sum bæði londini kunnu liva við. USA og Iran skulu nú spæla eina finalu, um at koma víðari úr bólkinum.

 

Bólkur B:

 

Ongland – USA 0-0 (0-0)

 

Wales – Iran 0-2 (0-0)

 

Støðan:

 

1: Ongland 4

 

2: Iran 3

 

3: USA 2

 

4: Wales 1