Tað er bara einastaðni at tey liva longri enn vit í Føroyum

Munurin ímillum kvinnur og menn styttist nógv

Tað er bara einastaðni at tey liva longri enn vit í Føroyum

 

 

 

Munurin ímillum kvinnur og menn styttist nógv

 

 

 

Livialdurin longist alsamt og hesi seinastu árini er hann hækkaður nógv. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Hagstovan sigur, at í dag er miðal livialdurin hjá føroyskum kvinnum 85,7 ár og hjá monnum er hann 81,4 ár, tvs, sløk 84 ár í miðal.

 

Bæði hjá kvinnum og monnum er livialdurin longdur munandi tey síðstu nógvu árini. Samanborið við støðuna fyri 35 árum síðani, er miðal livialdurin hjá kvinnum 6,9 ár longri nú enn hann var tá, og hjá monnum er livialdurin 9,5 ár longri. Fyri 35 árum síðani var munurin á livialdrinum hjá kvinnum og monnum, sløk sjey ár, men nú er hann minkaður niður í 4,4 ár.

 

Samanbera vit livialdurin í Føroyum við livialdurin í øðrum av heimsins londum, liggja Føroyar heilt í topp. 

 

Av teimum, sum liva nú, eru tað tey í Hong Kong, sum kunnu væntast at liva longst, tí tey kunnu vænta at liva í 85 ár í miðal. Og tað er eisini bara í Hong Kong, at tey kunnu vænta at liva longri enn vit gera í Føroyum, tí her kunnu vit vænta at liva 84 ár í miðal. Tey í Macao, Japan og í Sveits skulu vænta at liva líka leingi, sum vit í Føroyum. Men so eru tað í fleiri av honum ríku londunum, at miðal livialdurin er 80-83 ár. Her eru øll Norðurlondini, umframt Australia, Ísrael og tey flestu ES-londini. 

 

Eitt vet aftari liggja til dømis USA og Kina við ávikavist 79 og 77 árum. Í niðaru helvt eru Russland og Ukraina við ávikavist 73 og 72 árum.

 

Grønland liggur niðarliga á listanum sum nummar 125 við 71 árum í miðal livialdri. Stytsti livialdurin er í nøkrum afrikanskum londum sum Mali, Suður Sudan, Somalia, Nigeria og Sierra Leone, har livialdurin er minni enn 60 ár. Livialdurin er lægstur í Sentral Afrikanska lýðveldinum, har hann bara er 53 ár. Tað er kortini stórur munur á londunum í Afrika, tí í Algeria og í Tunisa hava tey sama livialdur sum í Kina við 77 árum. Stórir munir eru eisini í Evropa, til dømis 84 ár í Føroyum, 72 ár í Ukraina og 71 ár í Grønlandi, sigur Hagstovan.