Tað er ivi um Jóannes

Møguleiki er fyri, at landsliðsspælarin ikki verður við ímóti EB/Streymi, sum saknar nógvar spælarar

Norðoyastevnudystur verður í kvøld. Rúni Gaardbo fer at bríksla fyri fyrstu ferð klokkan 19.

 

KÍ fær vitjan av EB/Streymi. Hjá heimaliðnum snýr tað seg um at vinna fulla úrtøku og renna undan Víkingi, sum í gjár vann 7-0 ímóti AB, og sum harvið støðugt bjóðar oddaliðnum av. Hjá EB/Streymi er dagsskráin at megna betri úrslit, enn tá ið KÍ 20. mars vann 2-0 við Margáir.

 

Tølini siga, at tað eru tíggju ár síðani, at EB/Streymur vann fulla úrtøku í Klaksvík. Í 2012 vann EB/Streymur FM fyri aðru og higartil seinastu ferð. Tá vunnu teir í Sundalagnum 3-1 í Klaksvík. Árið eftir endaðu dystirnir millum KÍ og EB/Streym í Klaksvík 1-1 og 3-3, og síðani hevur EB/Streymur einki stig vunnið í Klaksvík. Onkuntíð hevur munurin verið eitt mál KÍ til fyrimunar.

 

Ein spælari var á liðnum hjá EB/Streymi í 2012, tá ið liðið vann FM, og sum framvegis er á liðnum. Tað er Niels Pauli Danielsen, sum vaks upp í KÍ. Hann verður tó ikki við í kvøld, tí hann er ein av fleiri EB/Streyma spælarum, ið er skaddur. Hinir eru yngri beiggi Niels Paula Ragnar B. Daneilsen og so Árni G. Olsen, ið varð seymaður við sjey pentum eftir 1-0 sigurin á Svangaskarði, Filip Kruse Johansen, Hans Pauli á Bø, Ólavur Niclasen og Salmundur Bech, og so er Filip Djordjevic leikbannaður.

 

Einasti á KÍ liðnum, sum var við í 2012, og sum framvegis er á liðnum, er Páll A. Klettskarð.

 

Hjá KÍ eru Óli Eyðsteinsson Poulsen og Børge Petersen langtíðarskaddir, Jonn Johannesen er skaddur í fótinum, og tað er ivi um, hvønn leiklut onkrir av lyklaspælarunum fara at eiga í kvøld. Eftir málleysa javnleikin í Gøtu sunnudagin segði KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen soleiðis:

 

-Jóannes Bjartalíð, Odmar Færø og Deni Pavlovic vóru smáskaddir. Vit áttu ikki at havt Jóannes Bjartalíð á vøllinum, men vit satsaðu, og tað fer ivaleyst at hava við sær, at hann ikki verður tøkur, tá ið EB/Streymur fríggjakvøldið kemur til Klaksvíkar.

 

Odmar Færø var plágaður av sjúku og er komin fyri seg aftur. Deni Pavlovic hevur brotið ein fingur, og hjá Jóannesi Bjartalíð snýr tað seg um vøddaskaða í lærinum.

 

Lettlendski álopsspælarin Velerijs Sabala skoraði mánakvøldið fimm mál, tá ið næstbesta liðið hjá KÍ vann 7-1 ímóti NSÍ. Tað verður roknað við, at hann fer at eiga størri leiklut í kvøld, enn hann hevur átt á besta liðnum higartil.