Víkingur vann í dag 2-1 í Sarpugerði ímóti grannunum í NSÍ. Sigurin ber við sær, at Víkingur hevur 54 stig og á silvurplássinum er fimm stig frammanfyri HB, nú tað resta tvey umfør og tað harvið eru seks stig eftir at spæla um.
Í tveimum teimum síðstu umførunum eigur Víkingur AB á útivølli og EB/Streym á heimavølli.
At NSÍ einki stig hevur við sær aftur út um Gøtueið ber við sær, at NSÍ á níggjunda plássi er trý stig aftanfyri 07 Vestur og B68. Málmunurin hjá NSÍ er -25. Málmunurin hjá 07 Vestur og B68, sum bæði hava trý stig fleiri enn NSÍ, er ávikavíst -30 og -15.
Í tveimum teimum síðstu umførunum skal NSÍ spæla á heimavølli ímóti B68 og á útivølli ímóti HB.
Í tveimum teimum síðstu umførunum skal B68 spæla á útivølli ímóti NSÍ og á heimavølli ímóti B36.
07 Vestur eigur tríggjar dystir. Mikukvøldið verður tað útsetti dysturin á útivølli ímóti EB/Streymi, og so fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti Skála og á heimavølli ímóti AB.
Í dag endaði ikki serliga hendingarríkur fyrri hálvleikur málleysur í Sarpugerði, har vindurin darvaði nakað, men har tað ongantíð var upp á tal at avlýsa vegna vind.
Jørgen Nielsen legði NSÍ á odda, tá ið hann sneiddi eitt sindur aftur úr vinstru og við fínum skoti hegnisliga legði bóltin omanfyri málverjan og í handara síðunetið. So sá tað ljóst út hjá illa sperda NSÍ, men teir gulu og svørtu megnaðu ikki at halda tørn.
Martin Klein Joensen javnaði til 1-1 við stútara úr heilt stuttari fjarstøðu, eftir at Bárður J. Hansen legði innfyri úr høgru, og Jákup Johansen av baklinjuni og aftanfyri handara stólpa stýrdi bóltin inn fyri aftur málið.
Og so var tað, at Gunnar Vatnhamar skoraði sigursmálið. Tað var eftir horna úr vinstru, at hann við høvdinum setti bóltin í málið.
NSÍ spenti álopsbogan og eitt nú Albert Róin Johannesen, sum var eyðsýndur miðverji, var síðstu løtuna frammarlaga á vøllinum. Tað vóru onkrar støður, sum tað sá út til kundu verða spennandi, men Víkingur var eisini fleiri ferðir í góðum støðum, tá ið heimaliðið fór í mótálop.
-
Víkingur – NSÍ 2-1 (0-0)
0-1: Jørgen Nielsen
1-1: Martin Klein Joensen
2-1: Gunnar Vatnhamar
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Noah Mnenéy, Géza Dávid Túri – Arnbjørn Svensson, Sølvi Vatnhamar, Jákup Johansen – Martin Klein Joensen
Venjari: Jóhan Petur Poulsen
NSÍ: Tórður Thomsen – Pætur Hentze, Albert Róin Johannesen, Oddur Á. Højgaard, Atli D. Petersen – Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen, Lukas G. Giessing – Búi Egilsson, Klæmint A. Olsen, Jørgen Nielsen