Tað er longu trýst á NSÍ

Í Runavík ætla tey sær ikki at vera seks stig frá toppinum longu eftir tvey umfør

Lagið reyk í topp í KÍ leguni, tá ið tað í fyrsta umfari eydnaðist at vinna fulla úrtøku á útivølli ímóti TB.

Lagið var einki serligt í NSÍ leguni, tá ið tað í fyrsta umfari endaði við óvæntaðum tapi á heimavølli ímóti HB. Um NSÍ einki stig fær seinnapartin í Klaksvík, so vera silvurvinnararnir í fjør seks stig frá toppinum longu eftir tvey umfør. Tað ætla teir í Runavík so avgjørt ikki skal koma fyri.

 

NSÍ liðformaðurin, besti málskjútti av øllum trý tey seinastu árini og málskjúttin í 2-1 tapinum sunnudagin, Klæmint A. Olsen, er tilvitaður um, hvat tað snýr seg um:

-Vit spældu ikki væl ímóti, tí vit tordu ikki at útinna tað, sum vit hava vant. Vit vóru stirvnir og sleptu ongantíð hondbremsuni. Tað mugu vit broyta.

Merkisvert var tað, at Árni Frederiksberg, sum undanfarnu árini hevur verið sera týdningarmikil í álopsspælinum, varð skiftur út leygardagin, tá ið tað hjá NSÍ snúði seg um at leggja meiri fyri í álopspartinum.

Hjá NSÍ eru Haraldur R. Højgaard og Andras Frederiksberg langtíðarskaddir. Jann Martin Mortensen er tøkur aftur, eftir at hann í síðstu viku var burturstaddur í arbeiðsørindum.

 

Í Klaksvík er stór kapping um plássini. Veteranurin Atli Danielsen varð skiftur inn fyri Súna Olsen eitt korter undan leikloki ímóti TB:

-Vit eru ógvuliga væl nøgdir við úrslitið. Tað er altíð torført at spæla fyrsta dystin, og nú gleða vit okkum at spæla á heimavølli. Dystirnir ímóti NSÍ plaga at vera tættir og undirhaldandi.

Tað er ivasamt, um Atli Danielsen verður førur fyri at spæla í dag. Hann er plágaður av skaða í fótinum. Tað er greitt, at nýggjur høgri vongverji skal finnast, tí Sørmundur Kalsø er leikbannaður eftir reyða kortið í Trongisvági. Petur Andreasen er tøkur aftur eftir skaðasteðg.

Trý tey seinastu árini eru uppgerðirnar millum KÍ og NSÍ í Klaksvík endaðar við javnleiki – 3-3, 2-2 og 1-1.