Tað er sera lítil vandi fyri at fólk verða smittað

Men Heilsufrøðiliga Starvsstovan vil kortini hava fólk at ansa eftir

Fríggjadagin er 20 mai og tá er dagurin, tá ið gamalt er at fara eftir nátaeggum. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tey hava fingið onkran fyrispurning um tað kann vera vandi fyri at verða smittaður við fuglakrími, tá ið farið verður at taka nátaaegg.

 

– Vanliga smittar tað slagið av fuglakrími, ið hevur verið staðfest um okkara leiðir, ikki fólk, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Tey siga, at onkur hendinga dømi eru um, at fólk eru smittað, men tá hava fólk verið í serliga tøttum sambandi við sjúkan fugl, uttan at hugsa um smittuvandan. Tí er sera lítil vandi fyri, at fólk verða smittað – men kortini er tað best at vera fyrivarin, og at brúka vit og skil.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað hevur sera stóran týdning at reinførið er í hásæti og serliga stóran týdning hevur tað at vaska sær væl um hendurnar, tá ið fólk fáast við rá egg. Tá ið farið verður eftir eggum, er tað best ikki at taka egg, um ein er varður við sjúkan ella deyðan fugl beint við. Er nógvur deyður fuglur at síggja í einum øki, skulu fólk helst boða Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá.

 

Men fólk skulu eisini ansa eftir, at rá egg ikki koma í samband við mat, ið annars er klárur at eta, og fólk eiga eisini at syrgja fyri at eggini verða væl kókað, ella stokt, áðrenn tey vera etin.

 

Sostatt eru hyggjuráðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni:

 

– Tað hevur stóran týdning at vaska sær væl um hendurnar, tá ið tit fáast við rá egg.

 

– Ikki taka egg, um sjúkur, ella deyður, fuglur er í økinum.

 

– Eggini skulu vera væl hitaviðgjørt áðrenn tey vera etin.