Tað eru fleiri broytingar í skrúðgonguni

Næstan helmingurin av landsstýrisfólkunum er skiftur út síðani skrúðgonguna fyri einum ári síðani, og í ár er nýggjur løgmansstjóri í ólavsøkuskrúðgonguni

Formliga er tað bara í morgun, ólavsøkudag, at tað er ásett í lóg, hvat skal ganga fyri seg á ólavsøku, og hvussu tað neyvt skal farast fram.

 

Í stýrisskipanarlógini er ásett, at løgtingið á ólavsøku fer undir nýtt tingár, og klokkan 13 ólavsøkudag verður løgtingið sett, og løgmaður heldur ólavsøkurøðuna. Í stýrisskipanarlógini er eisini ásett, at løgtingsmenn, landsstýrismenn og embætismenn ganga í skrúðgongu úr tinginum og í dómkirkjuna, har gudstænasta verður hildin og síðani aftur í tingið.

 

Stýrisskipanarlógin sigur, at á ólavsøkufundinum greiðir løgmaður frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja. Við støði í røðu løgmans tekur tingið innan 6 yrkadagar støðu landsins til umrøðu.

 

Í stýrisskipanarlógini verður sagt, at løgtingsformaðurin ger av, hvørjir embætismenn eru við í skrúðgonguni, og hvussu gongan er skipað.

 

Seinastu nógvu árini hevur skrúðgongan verið skipað í trimum røðum. Fremstir ganga løgtingsformaðurin í miðjuni, høgrumegin hann gongur løgmaður og vinstru megin gongur biskupur.

 

Eftir løgtingsformannin ganga teir tríggir næstformenninir og síðani tingmenn í røð, sum er gjørd út frá hesum reglum:

 

  1. Árið, tingmaður fyristu ferð varð valdur.
  2. Starvstíð hjá tingmanni
  3. Aldur hjá tingmanni

 

Niðan aftur úr kirkjuni gongur løgmaður vinstrumegin og biskupur høgrumegin løgtingsformannin.

 

Í brævi til løgtinsmenninar, har hann boðar til tings á ólavsøku, vísir løgtingsformaðurin til álit um skrúðgonguna, tá ið hann biður tingmenn og onnur um at vera hampuliga ílatin. Tey, sum hava møguleika til tess, verða biðin um at vera í føroyskum búna, sigur løgtingsformaðurin.

 

 

 

Fleiri broytingar

 

Síðani á ólavsøku í fjør hava  fleiri broytingar verið í politisku manningini, og eisini hava onkrar skiftingar verið millum embætisfólkini, sum eiga pláss í skrúðgonguni.

 

Stutt eftir ólavsøku í fjør – 19. august – varð Magnus Rasmussen nýggjur landsstýrismaður í vinnumálum fyri floksfelagan í Sambandsflokkinum Helga Abrahamsen.

 

Tey trý, sum fyri einum ári síðani vóru í skrúðgonguni sum landsstýrisfólk fyri fólkaflokkin, eru ikki longur landsstýrisfólk.

 

Elseberth Merzedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard løgdu frá sær 6. januar í ár, og Jørgen Nicalsen legði frá sær 23. februar 2022. Nýggj landsstýrisfólk í ólavskrúðgonguni eru Uni Rasmussen, sum er varaløgmaður og tí er næstur eftir løgmann í skrúðgonguni. Hann flytur úr røðini av løgtingsmonnum og yvir í røðina við landsstýrisfólkum og embætisfólkum. Sølvit Nolsøe og Árni Skaale fara í dag fyri fyrstu ferð at ganga í ólavsøkuskrúðgonguni.

 

Næst eftir Jógvan á Lakjuni løgtingsformann ganga teir tríggir næstformenninir – Johan Dahl, Eyðgunn Samuelsen og Bjørt Samuelsen.

 

Jørgen Niclasen varð valdur fyrstu ferð á ting í 1994, og tað man bara vera Henrik Old, ið var valdur fyrstu ferð á ting í 1984, sum verður fremri millum tingmenninar í skrúðgonguni.

 

Í fjør var nýggi løgtingsins umboðsmaður Hanna Vang fyrstu ferð í skrúðgonguni. Í ár verður nýggjur løgmansstjóri í skrúðgonguni. 1. august í fjør avloysti John Rajani Marjuna Hanusardóttir í starvinum sum løgmansstjóri.

 

Fyrstur í røðini aftanfyri biskup er dómprósturin, og næstur honum er presturin, sum prædikar á ólavsøku. Í ár verður tað Havstein Klein prestur í Sandoyar prestadømi, sum fer at prædika, og hann verður fremstur í røðini aftanfyri Jógvan Fríðriksson og Una Næs. Millum prestarnar, sum hava verið longst í embæti, eru Jónsvein Bech og Heri J. Joensen. Prestar, sum eru farnir úr embætinum, ganga aftanfyri teir, ið eru í embæti. Nýggjur millum hesar er Jens Mortan Mortensen, sum fyri stuttum fór úr embætinum sum prestur við bústaði í Leirum í Hvalba.