Tað eru framvegis fá fólk sum ganga fyri einki

Og tað er púra javnstøða ímillum kynini

Arbeiðsloysið í Føroyum er framvegis so lágt sum tað ongantíð hevur verið. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Uppgerðin vísir, at í oktobur í ár var arbeiðsloysið 0,7 prosent – og har hevur tað verið hesar seinastu mánaðirnar.

 

Tað svarar til, at tað eru 232 fólk í Føroyum, sum eru fulltíðararbeiðsleys. Til samanberingar var arbeiðsloysið 0,8 prosent í oktobur í fjør, og tað svaraði til 250 fulltíðararbeiðsleys.

 

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tvey fólk arbeiðsleys í ein hálvan mánað, er talan um ein fulltíðararbeiðsleys henda mánaðin.

 

Gongdin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.

 

Ofta hevur tað verið so, at fleiri kvinnur hava arbeiðsleysar enn menn, men nú er arbeiðsloysið púra javnt býtt ímillum kynini, 0,7 prosent av hvørjum kyni. Tað merkir, at tað eru 108 mannfólk og 96 konufólk, sum eru arbeiðsleys og tað er tí, at tað eru fleiri mannfólk í Føroyum enn tað eru kvinnur.