Tað eru tveir mátar at gera tað upp á

Hann veit ikki enn um hann fer at ganga yvirfriðingarnevndini á møti og avmarkað talið á ferðafólki í einum av best dámdu ferðamálum í landinum

Helgi Abrahamsen hevur nú fingið eina áheitan frá yvirfriðingarnevndini um at friða lundalandið í Mykinesi fyri ferðafólk. Hann sigur í tíðindunum á FM1, at tað var í apríl, at hann fekk áheitanina frá yvirfriðingarnevndini um at friða lundalandið í Mykinesi fyri ferðafólkum ta tíðina lundin reiðrast og hevur pisu. Í hesum sambandi verður hugsað um at seta reglur fyri, hvussu nógv fólk kunnu ganga gjøgnum økið og nær tey kunnu fara- Harumframt mælir yvirfriðingarnevndin til at seta eftirlit í verk við ferðsluni gjøgnum økið.

 

Les eisini: Yvirfriðingarnevndin: Eigur at fáa frið fyri ferðafólki

 

Helgi Abrahamsen sigur, at hann hevur ikki tikið støðu til málið enn. Men hann sigur, at tað eru tveir mátat at gera hetta upp á og nú verður kannað, hvør mátin er tann frægasti.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr landsstýrismannin greiða frá, hvørjar tankar hann ger sær um at friða lundalandið ú Mykinesi.