Tað hendir nógv í Runavíkar-økinum

- Flutningsfyritøkan OCD, sum Smyril Line eigur, fyrireikar nú bygging av terminali á nýggju útfyllingini hjá Runavíkar havn.

 

 

2020 var eitt broytingarár hjá Runavíkar havn. Hetta gjørdist fyrsta árið í eini 20 ár, har veruligur linjutrafikkur aftur var til og úr Runavíkar havn.

 

- Samskip og Runavíkar kommuna gjørdu tíðliga í 2020 sáttmála, sum hevði við sær, at Samskip seinni á árinum flutti sítt flutningsvirksemi inn á Skálafjørðin.

 

Tað siga tey í Runavíkar kommunu í einari frásøgn á sínari heimasíðu í dag, har úrslitini hjá Runavíkar havn, bæði í fjør og seinastu árini, verða lýst.

 

Men, tað eru eisini onnur tíðindi at frætta úr Runavíkar-økinum í dag. Her verður sagt, at flutningsfyritøkan OCD, sum Smyril Line eigur, nú fyrireikar bygging av terminali á nýggju útfyllingini í Heiðunum.

 

- Sáttmáli er eisini undirskrivaður við J & K Petersen um at byggja út Bakkabrúnna, nú Bakkafrost víðkar um flotan og byggir væl størri skip til rávøruflutningin inn á virkið á Glyvrum.

 

Runavíkar kommuna hevur sáttmála við felagið, sum byggir Eysturoyar-og Sandoyartunnilin, um at taka ímóti 300.000 rúmmetrum av gróti úr Sandoyartunlinum.

 

- Grótið verður brúkt til nýtt uppland á havnarlagnum undir bygdunum, Saltangará og Glyvrum. Millum fjórðing og triðing av nøgdini er longu flutt inn á økið, og væntandi er, at flutningurin verður liðugur næsta ársskiftið.

 

Lagt verður aftrat, at samstundis, sum nýggi Fjøruvegurin dygst við havnarlagið nú verður neyvteknaður, verður nýggja upplandið - eftir at alt grótið er komið - skipað í tekning við rampu og bryggjum.

 

- Arbeitt verður eisini við øðrum ætlanum aðrar staðir í kommununi, men hesar eru enn so feskar í fyrireiking, at nakað av tíð fer at ganga, áðrenn meira verður at hoyra um tær, siga tey í Runavíkar kommunu.