- Tað kemur fyri, at ferðafólk boykotta Føroyar av tí at vit drepa grind. Tað sigur Marni Marni Hjallnafoss, marknaðarleiðari á ferðaskrivstovuni, Greengate
Hann sigur við Rás2, at tað eru nøkur dømi um, at fólk bíleggja ferð til Føroya, men avlýsa, tá ið saman um kemur, tí tey vilja ikki koma til Føroya.
Tey í Greengate fáa eisini teldubrøv frá útlendingum, sum vísa sína ónøgd við at vit drepa grind. - Men tey brøvini verða altíð víst víðari til Løgmansskrivstovuna, ella Visit Faroe Islands, tí tey hava eitt svar, klárt, sum tey senda hesum fólkum, sigur marknaðarleiðarin
Hann heldur ikki, at fólk gera meiri vart við seg nú Sea Shepherd er her í summar. - Tað er ikki meiri enn tað plagar at vera, sigur hann.
Marni Hjallnafoss sigur, at í Greengate hava tey eisini í nógv ár fingið fyrispurningar frá ferðafólki sum vilja slepp at síggja hval. Men útferðir at hyggja at hvali er ikki á skrá hjá Greengate.
- Vit hava tosað við nógv fólk og tað er øgiliga sjáldan, at hvalur er at síggja, antin tað so er grindahvalur ella stórhvalur. Og av tí, at óvissan um nakað er at síggja av hvali, er so stór, hava vit ikki útferðir av hesum slagi á skrá, sigur hann.
|