Tað hevði hvørki gjørt frá ella til

Tinglimir royndu at mála eina ræðumynd av støðuni, men tað afturvísti landsstýrismaðurin

 

 

 

Oljuprísurin er hækkaður so nógv seinastu tíðina, at í gjár mátti Løgtingið játta Strandferðsluni 26 milliónir afturat til olju, annars høvdu skipini verðið løgd longu í næsta mánað.

 

Samstundis hevur samgongan sett sær fyri at umskipa Strandferðsluna og í hesum sambandi verður tosað um at gera hana til eitt alment partafelag. Endamálið við tí er, at. Strandferðslan skal liva sítt egna lív, uttan at politikarar skulu hava hana til viðgerar í tíð og úrtíð.

 

Tinglimir, sum eru ímóti at gera hana til eitt alment partafelag, spurdu landsstýrismannin í fíggjarmálum, Una Rasmussen hvussu støðan nú hevði verið um so var, at Strandferðslan var eitt alment partafelag – og manglaði 30 milliónir til olju. So hevði almenna partafelagið ikki havt aðrar møguleikar enn at hækka prísin á ferðaseðlum munandi, ella at skert siglingina munandi.  Tí siga tey, at tað má ikki henda, at politiska skipanin frá sigur sær møguleikan at hava ávirkan á Strandferðsluna.

 

Men tað afturvísir landsstýrismaðurin, tí hann sigur, at tað hevði hvørki gjørt frá ella til. Hevði Strandferðslan verið eitt alment partafelag, hevði avleiðingin bara verið, at so hevði tað havt stórt hall í ár, sum so arbeiddi Strandferðslan víðari, til hallið einaferð varð vent aftur til avlop.