Tað hevur pínt skúlastjóran

Skúlastjórin hevði eina inniliga umbering – og eini hjartaliga væl meint ráð til tey, sum nú hva tikið prógv í Vestmanna

Í hesum døgum hava 18 næmingar tikið prógv á tilfeingisbreytini á Miðnámi í Vestmanna. Tá ið tey fingu prógvið, ásannaði skúlastjórin, Magnus Gaard, at tey hava ikki fingið tær bestu fortreytirnar frá skúlanum

 

– Í fleiri umførum eru tit koyrd til hús fyri at verja okkara gomlu og veiku ímóti korona tí tað var neyðugt. Og tí er tað, at vera ungur miðnámsskúlanæmingur - at vera saman í vertskapi og í skúla - tikið frá tykkum í long tíðarskeið, Segði Magnus Gaard. Og júst har mann er saman í tí livandi orðinum, kann mann læra bæði eitt og annað, júst sum mortítlingurin lærir at vera mortítlingur og lambið at vera seyður, legði hann afturat.

 

– Og eg kann vissa tykkum um, at tað hevur pínt meg hvørja fer at taka hendan møguleikan frá tykkum. Eins og tað hevur pínt meg at koyra tykkum heim til fjarundirvísing, hvørja fer koronastøðan hevur gjørt tað neyðugt, segði skúlastjórin við nýklaktu pisurnar.

 

– Hvussu kunnu vit sum skúli flyta øll tey ómetaligu virðini í náttúru, samfelag og mentan, til næsta ættarlið, tá ið sambandið ímillum tykkum og okkum er ein telduskíggi, spurdi hann.

 

Umframt eina inniliga umbering til tykkum fyri hetta, verða míni hjartaliga meintu ráð til tykkum, at tit royna alt hvat tit kunnu, eisini at læra aðrastaðni og ikki bara á telduskíggjum restina av lívinum, segði hann

 

– Farið ein túr í dalar og latið mortítlingin læra tykkum um treytaleyst ídni, hyggi í veitirnar í bønum í maimánað og latið sóljurnar læra tykkum um treytaleysa gleði - og minnist, mest av øllum, til, at sjálvt um skelin er ómetaliga vøkur og tykkara heilt egna, verður lívið nógv ríkari um tit hava dirvi at koma úr henni viðhvørt.

 

##med2##

 

Tey, sum tóku prógv, eru: Fremra rað f.v: Gunnar Y. Samuelsen, Andras M. Simonsen, Oddur í Haraldstovu Petersen, Sólfríð H. Poulsen, Josefina Eliasdóttir, Rebekka Johansen, Jónfríð Dahl Joensen, Rannvá á Rógvu Kristensen, og Jórunn E. Wang

 

Aftara rað f.v.: Edvard Ingebrigtsen, Hjørtur Joensen, Ari í Haraldstovu Petersen, Ronja í Homrum, Malena E. Joensen, Inga Henriksen, Ró Nielsen, Silja Mikkelsen, og Helena í Skálum