Tað kostaði ÍF nógv at Bjarni varð skaddur

Flogbóltur menn: FM favorittarnir í Mjølni vunnu í gjárkvøldið fyrra finaludystin

ÍF tóktiskt í gjárkvøldið í Klaksvík væl á veg at vinna ein heldur óvæntaðan sigur á Mjølni, men tá úrmælingurin á ÍF-liðnum, Bjarni Larsen, fekk skaða í knæið tíðliga í øðrum setti og noyddist at gevast, sveiggjaði pendulið hinvegin, og Mjølnir setti seg so líðandi á dystin.


Tað var ikki minst takkað verið fimm góðum servum frá Bjarna Larsen, at ÍF í fyrsta setti fór frá at vera aftanfyri 6-7 til at vera frammanfyri 11-7. ÍF helt munin restina av settinum og vann 25-18.


ÍF helt fram við somu øði í øðrum setti og legði seg á odda 5-1 og 6-3, men í tí at Bjarni Larsen við fínum smassji legði ÍF framum 7-4, hendi vanlukkan fyri ÍF og Bjarna, tá knæskelin fór úr lið. ÍF helt seg frammanfyri ta fyrstu løtuna eftir óhappið, og legði seg á odda 20-15, men tá sjey servur frá Hørði Joensen góvu 6 stig, var Mjølnir brádliga á odda 22-20. Javnt var aftur við 23-23, men síðani vann Mjølnir næstu tveir bóltarnar og settið 25-23.


ÍF toldi ikki missin av Bjarna, og í triðja setti var eingin mótstøða og Mjølnir vann so mikið sum 25-12.


ÍF fylgdi tó leingi væl við í fjórða setti og legði seg eisini á odda 14-13, men so líðandi dró Mjølnir frá og vann at enda settið 25-19 og dystin 3-1.  

 

Seinna FM-finalan verður í høllin á Hálsi í Havn leygardagin 2. apríl kl. 19. Um Mjølnir vinnur dystin, so er Mjølnir føroyameistari í bestu mansdeildini á 12. sinni, og tað er meira enn nakað annað felag hevur vunnið. Um ÍF vinnur dystin, so skal føroyameistaraheitið avgerast í einum “gullsetti”, tá ið tað verður spælt upp í 15.  

 

Í kvøld, hóskvøldið, kl. 19.30 spæla kvinnurnar hjá Fleyr og SÍ sína fyrru finalu í Høllini á Hálsi í Havn. 

 

Liggur ikki fyri at fara í høllina, so ber til at síggja allar dystirnar ókeypis á Rás1 í Televarpinum.

 

 

Fyrra FM-finalan - Føroya Tele-deildin, menn

Mjølnir – ÍF 3-1 (18-25, 25-23, 25-12, 25-19)