Tað snýr seg um at fylla goymslurnar

Fysiski venjarin hjá HB lýsir nágreiniliga, hvussu teir fyrireika seg til stóru uppgávuna, sum er á skránni í Montenegro í kvøld

HB spælararnir á fundi í Montenegro í gjár. Mynd: HB

Klokkan 19 í kvøld fer HB á vøllin í Podgorica, sum er høvuðsstaðurin í Montenegro.

 

Setningurin er at vinna seg víðari í Conference League. Útangsstøðan er 4-0 sigurin, sum varð vunnin á heimavølli síðsta hóskvøld.

 

Síðani seinnapartin sunnudagin hevur HB ferðalagið verið í Montenegro og fyrireikað seg til stóru uppgávuna, sum bíðar í kvøld, tá ið HB skal verja borg fyri seg sjálvt og eisini fyri føroyskan fótbólt sum heild.

 

Avrikið og trivaligi sigurin hóskvøldið vístu, at tað var álvara er komið lív í aftur greipuvinnararnar, síðani Kevin Schindler tók við sum venjari. HB hevur framvegis møguleika at vinna steyp og skreyt heima á landi. Men í dag snýr tað seg um at vinna seg víðari í Europa.

 

Fysiskur venjari er danski Helmand Hamid. Hann greiðir á facebookvanganum hjá HB sera skilagott frá umstøðunum, og hvussu teir royna at fyrireika seg:

 

-Liðið og einstøku spælararnir eru greiðir yvir, hvør teirra leiklutur er. Tað er ikki so nógv øðrvísi, enn tað er, tá ið aðrir dystir eru á skránni, og frá hóskvøldinum av kenna vit mótstøðuliðið. Tað, sum er øðrvísi, er hitin. Tað ræður um alla tíðina at drekka, so goymslurnar vera fullar, tá ið spælararnir fara á vøllin. Vit hava verið her síðani seinnapartin sunnudagin. Tá høvdu vit beinanvegin lætta venjing fyri at fáa gongd á, eftir at vit høvdu verið á flogi í seks tímar. Í gjárkvøldið vandu vit á dystarvøllinum, har umstøðurnar eru góðar, og so hvíla vit, ganga túrar og royna at venja okkum við sólina og við hitan, greiðir Helmand Hamid frá.

 

Tað eru 20 spælarar við á ferðini, og ferðalagið telur 32 fólk.

 

Spælararnir eru ikki troyttir av at koyra millum gistingarhúsið og stadion, tí tann teinin tekur tað ikki tíggju minuttir at koyra.

 

Forsøgnin sigur, at tað seinnapartin í dag vera 38 hitastig. Í gjárkvøldið vandi HB á vøllinum, og tá vóru hitasitgini niðanfyri 30, visti Thomas Juul Thomsen, nevndarlimur í HB at siga, tá ið vit í gjárkvøldið høvdu samband við hann.

 

HB spælararnir á fundi í Montenegro í gjár. Mynd: HB