Tað stendur á jøvnum í Litava

Jákup B. Andreasen legði miðskeiðis í fyrra hálvleiki Føroyar á odda, og fram ímóti steðginum javnaði Litava

Teir eru farnir at hvíla seg og leggja ætlanir fyri seinna hálvleik í litaviska høvuðsstaðnum Vilnius. Føroyar spæla í kvøld næstsíðsta dystin í hesi Nations League kappingini, og í fyrra hálvleiki gekk tað leingi væl hjá Føroyum á útivølli ímóti Litava.

 

Støðan er 1-1. Føroyar løgdu seg á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Málið stútaði Jákup B. Andreasen, eftir at sera væl upplagdi liðfelagi hansara í KÍ Jóannes Bjartalíð við frísparki legði fram úr høgru og mitt í brotsteigin. Hetta er aðru ferð, at Jákup B. Andreasen er málskjútti á landsliðnum.

 

Graslíkisvøllurin kennist ikki at vera góður at spæla á, men tað eru Føroyar, sum eftir fyrstu løtuna, tá ið tað hjá báðum pørtum var rættiliga órudduligt, ið hava frægari tak á fótbóltsspælinum. Heimamenninir vísa seg at vera óskipaðir og uttan hugflog í fótbóltsspælinum. Fleiri ferðir hava teir lagt mest sum ov nógv fyri í óregluligum nærdystum, tá ið serliga Klæmint A. Olsen er illa viðfarin.

 

Fimm minuttir undan steðginum endaði bólturin í føroyska málinum. Tá sá verjuspælið í høgru ikki so sannførandi út, eftir at bólturin varð spældur úr hinum borðinum. Føroysku spælararnir vildu vera við, at talan var um rangstøðu, og íslendski hjálpardómarin var samdur við teimum. Málið varð lagt undir VAR luppin, og tríggjar minuttir seinni dømdi dómarin mál og so var 1-1.

 

Litava - Føroyar (1-1)

 

Føroyar: Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Gunnar Vatnhamar, Hørður H. Askham, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Amdreasen, René S. Joensen, Meinhard E. Olsen – Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen

 

Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Mattias H. Lamhauge, Sonni Ragnar Nattestad, Heini Vatnsdal, Daniel Johansen, Heðin Hansen, Mads Bo Mikkelsen, Hannes Agnarsson, Patrik Johannesen og Andrass Johansen og Pætur J. Petersen, sum ikki áður hava umboðað Føroyar á A-landsliðnum.