Tað tekur 950 ár at asfaltera allar vegirnar í Føroyum

Hetta má næstan kallast at vera skemt, heldur formaðurin í fíggjarnevndini

Landsverk hevur so lítið av pengum at asfaltera fyri, at tað verður ikki til meiri enn okkart lapparí

Halda vit fram sum nú, fer tað at taka 950 ár at asfaltera allar landsvegirnar í landinum. Soleiðis sær roknistykkið út við teirri játtan, Landsverk fær til at asfaltera vegir fyri. Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta meiri pening av til at halda landsvegirnar, og teir almennu bygningarnar fyri.

 

Og tá ið Løgtingið viðgjørdi málið, varð tað skorið út í papp, hvussu vánalig støðan er. Støðan er tann, at í áratíggjur hevur Landsverk fingið alt ov lítið at pengum at halda vegakervið fyri. Nú er avleiðingin av hesi forsømingini, tann, at brúk eru fyri eini játtan upp á 275 milliónir fyri at fáa vegir, tunlar og brýr, í nøktandi stand. Av hesum verður brúkt fyri 100 milliónum til at asfaltera vegir, brúk er fyri 150 milliónum at gera ábøtur á tunlarnar fyri og brúk er fyri 25 milliónir til ábøtur á tær brúgvar, sum eru kring landið.

 

Somuleiðis er brúk fyri 100 milliónir til at gera ábøtur á bygningarnar hjá tí almenna, tí teir eru í so ringum standi. Sostatt skal Løgtingið leggja 375 milliónir á borðið fyri at fáa alt í rættlag aftur – og støðan versnar fyri hvørt ár, sum gongur.

 

Tað eru 475 kilometrar av landsvegi í Føroyum. Fleiri av teimum eru í ringum standi og onkrir av teimum eru í heilt ringum standi. Ein tummilsregla er, at ein vegur skal asfalterast 15. hvørt ár fyri at varðveita hann í góðum standi. Men støðan er tann, at tað eru landsvegir, sum ikki eru asfalteraðir í meiri enn ein mansaldur, og onkustaðni er alt asfaltið slitið oman av.

 

Hinvegin er støðan tann, at játtanin hjá Landsverki til at asfaltera fyri, er ein millión. Tað kostar tvær milliómir at asfaltera ein kilometur, so hetta røkkur til at asfaltera ein hálvan kilometur. Við hesari ferðini fer tað sostatt at taka 950 ár at asfaltera allar landsvegirnar í landinum. Sostatt kostar tað eisini 950 milliónir at asfaltera allar vegirnar nú, staðfesti Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, tá ið Løgtingið umrøddi málið. Hann er greiður yvir, at tað letur seg ikki gera at játta so nógv í einum, men hann kundi hugsa sær, at Løgtingið fær semju um at játta einar 60 milliómnir um árið.

 

Erhard Joensen er tingmaður fyri sambandsflokkin og hann er eisini formaður í fíggjarnevndini. Somuleiðis er hann eisini býráðslimur í Vági og hann sigur, at Vágs kommuna hevur sett fimm milliónir av til at asfaltera vegir fyri hesi bæði seinastu árini. Sostatt brúka Vágs Kommuna, einsamøll, meiri enn tvær ferðir so nógvar pengar upp á at asfaltera vegirnar í Vági, sum Landsverk hevur fingið til at asfaltera allar landsvegirnar fyri.

 

Tað má næstan takast sum skemt at vit játta Landsverki eina millión til at asfaltera allar landsvegirnar fyri, heldur Erhard Joensen. Men hann hevur ringar vónir um, at støðan fer at batna. Skal tað eydnast, skal Løgtingið semjast um tað og ein mátið er, at Løgtingið bindur seg til at gera viðlíkahald til ein natúrligan part av íløguni.

 

Annars vísir hann á, at landskassin hevur 320 milliónir í inntøkum av vegskatti, og øðrum avgjøldum á bilum - og men Løgtingið játtar bara eina millión aftur til at asfaltera fyri.

 

Landsverk hevur so lítið av pengum at asfaltera fyri, at tað verður ikki til meiri enn okkart lapparí